1. virðislønaruppskotið hevði Heidi Hjalgrímsdóttir Poulsen, arkitektur. Sum hjálparfólk hevur hon arkitektarnar Anette Jensen og Birgit Garver, umframt Mads Jørgensen, Arne Rasmussen og Nina Magnussen.
2. virðislønaruppskotið hevði Arkitektavirkið Árni Winther. Teir, sum hava tikið lut í uppskotinum, eru arkitektarnir Rúni Abrahamsen, Pauli Dam Joensen, Páll Holm Lave og Árni Winther.
3. virðislønaruppskoti hevði Jóannes Petersen arkitektur í samstarvi við arkitektavirkið Seedorff & Rolighed arkitektar Aps, við arkitektunum Morten Seedorf og Morten Rolighed Jensen. Sum hjálparfólk hevði hann arkitektin Emanuel Rytter og til modelarbeiði Lars Rasmussen.
Uppskotini verða sýnd fram í Útvarpshøllini frá og við mikudegnum 16. februar til og við sunnudagin 20. februar. Allar dagarnar frá kl. 10 til kl. 18, sunnudagin tó frá kl. 14 til kl. 18.