Fyri fyrstu ferð er skipað fyri kappsigling við vatnscootara um Nólsoyarfjørð Svimjikapping um Nólsoyarfjørð hevur verið í mong ár eftirhondini.
Nú er so nýggjur táttur tikin upp í sambandi við Ovastevnuna. Siglikapping við vatnscootara var fyri fyrstu ferð hildin til stevnuna í ár.
Upprunaliga høvdu átta tekna til luttøku, men av ymsum orsøkum møttu bert tveir upp.
Startmálið var í Sandagerði, og fyrstur inn um molan í Nólsoy var Eyðbjørn við Skipá við tíðini 5.041 minuttir, og honum á baki var Bergur Joensen við tíðini 6.312.
Teir fingu gávukort frá Statoil á ávikavist 500 og 300 krónur.