Kári sang seg víðari til næsta umfar í X-Factor

– Tær kann man arbeiða við, segði Thomas Blachman

25 ára gamli toftamaðurin Kári Fossdalsá er víðari til næsta umfar í X-Factor. Tað er greitt aftaná "6-chair-challange" í sendingini í kvøld.

 

Hann sang sangin "Bruises" eftir Lewis Capaldi, og tað gekk stak væl, mettu dómararnir.

 

– Tær kann man arbeiða við, segði Thomas Blachman.

 

– Tú vart jú ein, sum vit øll kempaðu um. Og tað er ein orsøk til tað - tí tú ert so dugnaligur, segði Kwamie Liv.

 

Tað var Martin Jensen, ið skuldi velja sær seks luttakarar at fara víðari við til "Bootcamp". Hann hevði valt sær 12, sum skuldu dystast um teir seks stólarnar. Hann helt, at Kári sang sangin øgiliga væl.

 

– Orsøkin til at tað var so stilt, meðan tú sang, var, at eingin tímdi at órógva teg. Tú skalt sjálvandi hava ein stól, segði Martin Jensen.

 

Martin Jensen skal velja sær tríggjar av hesum seks víðari, tað vil siga, at helvtin skal sáldast frá. Kári og Lotte fingu hvør sín stól fyri tey, ið eru eldri enn 23, og sostatt er tað bara ein av teimum, sum sleppur víðari til liveshows. 

 

Hin føroyingurin í ársins X-Factor, Tina Mellemgaard, skal royna seg í "6-chair-challenge" um tvær vikur.

 

Her kanst tú síggja Kára Fossdalsá syngja:

 

##med2##