Karl ætlar sær í hálvfinaluna

Miðvallarin hjá ÍF hevur góðar vónir undan fjórðingsfinaluni móti B68 í kvøld.

Í kvøld klokkan 19:00 spæla B68 og ÍF útsetta fjórðingsfinalu á Svangaskarði.

Dysturin skuldi upprunaliga verið spældur tann 27 apríl, men av serligum orsøkum, varð dysturin fluttur.

 

Tað er eingin loyna at ÍF hópurin er betri mannaður til dystin í kvøld, enn hann vildi verið, um dysturin var leiktur fyri tveimum vikum síðani.

 

ÍF miðvallarin, Karl Løkin, sigur eisini at teir í ÍF leguni hava góðar undan dystinum.

 

-      Vit hava góðar vónir undan dystinum og ætla okkum sjálvsagt víðari í kappingini.

 

-      Hópurin hjá okkum hevur ongantíð verið sterkari í ár, enn til í dystin í dag. Vit hava til fleiri aðrar dystir mangla leikarar, men í dag er tað einans Høgni Zachariassen, ið situr uttanfyri við skaða.

 

Spurdur um hvussu Karl Løkin er nøgdur við byrjanina hjá ÍF higartil í kappingini, svarar Karl.

 

-      Sum so, eru vit væl nøgdir við byrjanina av kappingini. Men tað er eyðsæð at vit kunnu gera tingini eitt sindur betri. Millum annað skulu vit avrika meira støðugt.

 

Karl Løkin er higartil skrásettur fyri 9 dystir í ár. Somuleiðis hevur hann skotið 4 mál. Tvey av málunum eru skotin í steypakappingini, meðan hini bæði eru skotin í Effo-deildini.