Karl Johan, sum er sonur Mikkjal í Grønlandi, er havnarmaður burturav. Føddur og uppvaksin i Havn og hevur búð í Havn alla sína tíð. Tey eru fimm systkin, sum øll eru á lívi. Tað elsta er 84 ár.
Karl Johan byrjaði í 1951 at arbeiða á heilsøluni hjá Poul Hansen, og gjørdist tað lívvstarv hansara. Hann varð hjá Poul Hansen í meira enn 40 ár.
Karl Johan giftist Katrinu, sum eisini er úr Havn, tann 2. oktober 1951. So um heilsan verður, fara tey bæði at hava gullbrúdleyp í heyst. Tey fingu fimm børn, fýra synir og eina dóttur.
Karl Johan hevur stóran áhuga fyri ítrótti. Fótbóltsáhugaður er hann, og eingin ivi hevur nakrantíð verið í sálini um, at tað er HB, sum er rætta felagið.
Men seinnu árini er onnur ítróttargrein komin uppí, sum hann rættiliga er bitin av. Hann er nevniliga abbi tann heimskenda Regin Vágadal. Og har er einki at gera. Hann er helst trúgvasti viðhaldmaðurin hjá Regini yvirhøvur. Gongur við lív og sál upp í tað, abbasonurin tekst við. Og hevði hann orkað, siga tey, sum næst eru, var eingin ivi um, at hann var til hvørja einastu kapping hjá Regini, líka mikið hvar í heiminum tað var.
Í seinastuni hevur heilsan spælt honum okkurt puss. Hann misti annað beini orsakað av sjúku fyrr í ár. Tað var sjálvandi ein dyggur smeitur, men nú, hann hevur fingið protesu, tykist einki óført aftur.
Karl Johan er sera íðin síla- og laksafiskari, og ein beinprotesa fer ikki at steðga honum at røkja hetta frítíðarítrivið. Hann hevur longu í summar verið onkran túr við tráðuni. Og tað ber væl til. Han hevur stól at sita á, og so er bara at halda seg til.