Tað vóru ófrættatíðindi ið bórust í lýsingini í gjáramorgunin. Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag var brádliga deyður um náttina, 67 ára gamal.<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>
Tað var ikki Karl Johansen í holdið borið, at hann skuldi gerast fakfelagsformaður í Havn í ein mansaldur.<o:p></o:p>
Tað var mestsum av tilvild, at hann kom uppí nevndina í Havnar Arbeiðsmannafelag í 1975. Hann var farin á aðalfund og so endaði hann í nevndini. Og longu árið eftir varð hann formaður.<o:p></o:p>
Men tað var júst sum fakfelagsformaður, at alt landið kom at kenna hann tey næstu 25 árini.<o:p></o:p>
Nú, hann legði árarnar inn, hevur hevur hann júst hátíðarhildið sín 25 ára starvsdag, sum formaður Havnar Arbeiðsmannafelags, har ein mongd av fólki nýtti høvi at heiðra honum og har bæði arbeiðsgevarar, vinnulívsmenn og politikarar og onnur, vóru komnir saman at ynskja tillukku.<o:p></o:p>
Á yngri árum var Karl annars til skips, eitt nú við Magnus Heinason.
Men dreymurin um at skiparaútbúgving, fekk ein bráan enda, tí hann var litblindur og tí sostatt slapp hann ikki sleppa á navigatørskúla og tí fór hann í land longu 27 ára gamal.
karl er ikki kendur sum tann fakfelagsformaðurin sum var oftani í verkfalli. Hann hevði ta áskoðan, at tað, tú ikki fært í samráðingum við arbeiðsgevarum, fært tú heldur ikki í einum verkfalli. <o:p></o:p>
Tó hava framstigini í hansaraformanstíð verið rættiliga stór, men sum oftast eru tey hend í øllum stillum.
Størsta takið hjá Karl Johansen í Havnar Arbeiðsmannafelag, var uttan iva, tá eftirlønargrunnurin<o:p></o:p>
Varð settur á stovn fyrst í áttatiárunum. Tað var at bróta upp úr nýggjum, tí tá var heilt óvanligt við pensjónsgrunnum.
Hesin grunnurin hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri limirnar í Havnar Arbeiðsmannafelag.<o:p></o:p>
Sjálvur fylti karl Johansen 67 ár 3, januar og hon untist bert at fáa eitt útgjald úr grunninum??
Nú Karl hevði rokkið pensjónsaldurin, var hann farin at hugsa um at leggja frá sær. Hann stóð fyri vali í Havnar Arbeiðsmannafelag næsta ár og tá ætlaði hann sær at fara frá.
Hann duldi ikki fyri, at hann var farin at troyttast, knøini vóru farin at svíkja og, sum hann segði: Ongin er sterkari enn tað veikasta liðið, og tað mátti vit so øll sanna seinastu nátt.<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
<o:p></o:p>