B71 hevur havt aðalfund. Her bleiv millum annað kunngjørt, at felagið hevur 150 túsund krónur í yvirskoti, at Karl Vidtfeldt fer úr nevnd og at stuðulsavtalan við Sandoy Seafood heldur fram. Hon inniber, at limaskapur fyri børn og ung er ókeypis.
Í starvsnevndini var longu lagt upp til eina størri útskifting, har formaðurin Karl Vidtfeldt og næstformaðurin Hanus Johannessen, saman við skrivara Alva Jespersen, ið er farin niður at lesa, allir takkaðu fyri seg í nevnd á hesum sinni.
Í teirra stað komu Gerda Bjarkadóttir Magnussen, Jóhanna Jancyardóttir og Bogi Hentze, ið komandi árið mynda nevndina saman við Onnu Krog og Sólrun Ørvarodd, ið ikki stóðu fyri valið í ár.
Mads Hentze og Johanne Elisabet Finnbjargardóttir Olsen blivu vald sum tiltakslimir. Flogbóltsnevnd og ungdómsnevnd blivu eisini vald á aðalfundinum: Sigrid Petersen og Eyðritt Clementsen takkaðu fyri seg, meðan Kristian Oskar Henriksen, Hanus Undir Skarði og Dávid Henriksen blivu valdir í flogbóltsnevnd. Í ungdómsnevndina blivu Miriam Fossdalsá og Búi Falkvard Clementsen vald ístaðin fyri Gerdu Magnussen og Sunnivu í Stovuni.
- Serliga gleðiligt var at fáa vissu um at stuðulsavtalan við høvuðsstuðul okkara, Sandoy Seafood heldur áfram á sama hátt komandi árið, hvørt merkir at limaskapur fyri íðkandi børn og ung í felagnum er ókeypis aftur í 2024, umframt at felagið er høvuðsstuðul hjá besta mansliðnum, eins og undanfarin ár, skrivar B71.
Ársroknskapurin vísti eitt gott yvirskot á góðar 150.000 kr fyri farna árið.
##med2##