Karsten Hansen setir seg upp ímóti løgmanni

Landsstýrismaðurin í heilsumálum heldur, at tað er hugstoytt at hoyra løgmann og formanninum í Fíggjarnevndini

 

Tað eru ongar ætlanir um at leggja øll trý sjúkrahúsini undir eina felags leiðslu.

 

Tað ger Karssten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, púra greitt.

 

Nú fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerðar, hava bæði løgmaður og formaðurin í fíggjarnevndini, boðað frá, at teir vilja hava, at øll trý sjúkrahúsini verða løgd undir eina felags leiðslu

 

Løgmaður segði enntá, at tað er eitt krav.

 

Men tað ætlar Karsten Hansen ikki.

 

Hann heldur, at tað er hugstoytt at hoyra slíkar útsagnir frá leiðandi politikarum,

uttan nakra viðgerð í landsstýrið ella samgongu yvirhøvur.

 

Og Karsten Hansen ger eisini púra greitt, at  tað er hann, sum er ovasti stjóri fyri Heilsuverkið í Føroyum.

 

- Sjúkrahúsini eru ein partur av føroyska heilsuverkinum og ovasti stjóri fyri heilsuverkið er landsstýrismaðurin í heilsumálum, staðfestur hann.

 

- Lat meg siga tað púra greitt. Tað eru ongar ætlanir um at skipa eina felags leiðslu fyri tey trý sjúkrahúsini, leggur hann afturat..

 

Hann sigur, at hann hevur latið løgtinginum eina frágreiðing um heilsunýskipan og beint eftir heystfrítíðina verður orðaskifti um hetta.

 

- Tá fara vit at viðgera hvussu vit frameftir skulu skipa okkara heilsuverk í síni heild, sigur Karsten Hansen.