Heimsins mætasti telvari, Garry Kasparov, 40, hevur enn einaferð valt at bjóða sterkasta talvforritinum í heiminum av. Kasparov sigur sjálvur, at hann kennir tað sum hansara uppgávu og skyldu, sum sterkasti telvari í heiminum, at verja mannaættina móti tí alsamst skjótu og vælútviklaðu tøknini. Ein rættilig stór byrða at bera á herðum sínum, men somuleiðis eisini ein djørv og umráðandi avgerð hjá Kasparov fyri okkum onnur sum fylgja við í spenningi.
Seinast hann leikti móti telduni var í januar mánaða. Tann dysturin endaði 3-3. Kasparov hevur sum sagt aftur valt at taka avbjóðingina upp, í einum dysti, ið fevnir um fýra talv. Í skrivandi løtu er triðja talvið, sum bleiv leikt sunnukvøldið, júst liðugt. Lat okkum fara aftur til fyrsta talvið: Kasparov fekk ein fyrimun við hvíta fólkinum, men Fritz vardi væl og fekk eitt kontraálop sum gav ævigt skák, og harvið javnleik. Í seinna talvinum leikti Kasparov heldur ótraditionelt við svarta fólkinum, fekk javnað út, fyri síðani at leika ein avgerandi feil í miðspælinum. Leikar tú bara ein evarska lítlan feil móti Fritz, tapur tú við 100% vissu.
Kasparov hevur eina mentala styrki, sum er ólík nøkrum øðrum. Hann kemur altíð aftur. Og sunnudagin vann hann eitt einastandandi flott talv, sum tit síggja niðanfyri. Kasparov leikti stillisliga seg til sigurs. Fritz kundi einki gera. Støðan er tískil 1,5 ? 1,5 undan seinasta talvinum í dystinum, sum verður leikt í dag, týsdagin 18. novembur.
Her er talvið.
Kasparov,G (2830) - X3D FRITZ
X3D Match New York USA (3), 16.11.2003
1.Rif3 Rif6 2.c4 e6 3.Ric3 d5 4.d4 c6 5.e3 a6 6.c5 (Áhugavert. Tað hevur víst seg at slíkar finnuuppstillingar eru optimalar ímóti teldum) 6...Ribd7 7.b4 a5 8.b5 e5 9.Fa4 Fc7 10.Ba3 e4 11.Rid2 Be7 12.b6 Fd8 13.h3 0?0 14.Rib3 Bd6 (Ein skuldi trúð at teldan hevur humor! Um Kasparov tekur bispin, verður frúgvin fangað við Rixb6) 15.Rb1 Be7 (Hvat var endamálið við Bd6..?) 16.Rixa5 Rib8 17.Bb4 Fd7 18.Rb2 Fe6 19.Fd1 (Kasparov hevur nú eina gjølla ætlan. Næstu mongu leikirnir eru djúpir og helst eisini avgerandi. Svartur hevur og fær einki mótspæl) 19...Rifd7 20.a3 Fh6 21.Rib3 Bh4 22.Fd2 Rif6 23.Kd1! (Kongur skal yvir í hitt borðið) Be6 24.Kc1 Rd8 25.Rc2 Ribd7 26.Kb2 Rif8 27.a4 Rig6 28.a5 Rie7 29.a6! (Fyri at koma víðari. Støðan er í forvegin læst, upp má loysast) 29...bxa6 30.Ria5 Rdb8 31.g3 Bg5 32.Bg2 Fg6 33.Ka1 Kh8 34.Ria2 Bd7 35.Bc3 (Kasparov flytur fólkið sítt til tey optimalu plássini) 35...Rie8 36.Rib4 Kg8 37.Rb1 Bc8 38.Ra2 Bh6 39.Bf1 (a6 finnan livur ikki leingi aftrat) 39...Fe6 40.Fd1 (Tíðarneyðin yvirstaðin, og støðan vunnin) 40...Rif6 41.Fa4 Bb7 42.Rixb7! Rxb7 43.Rixa6 Fd7 44.Fc2 Kh8 (Týpiskur telduleikur. Tá hon ikki veit hvussu hon kann betra um støðuna, flytur hon onkuntíð meiningsleysar leikir) 45.Rb3
Støðumynd
Fritz gavst. Kasparov hevur finnu meir, fær a-linjuna eftir Rba3, Rib4, og svartur tapur spakuliga 1?0