Kongurin í Spania, Felipe VI, og Letizia drotning hava dag brotið av vitjanina í býnum Paiporta, sum hevur verið raktur av vatnflóð, og har nógv fólk hava latið lív.
Vitjanin varð brotin av, tá móra varð kastað eftir kongshjúnunum.
Hetta upplýsa AFP-journalistar á staðnum, skrivar tíðindastovan.
Felipe VI kongur og Letizia drotning vórðu rakt í andlitið og á klæðini av mold, tá tey royndu at tosa við vreið fólk á stsaðnum, sum millum annað róptu "drápsmenn" eftir teimum, sum fylgdu kongshjúnunum.
Vreiðin tóktist fyrst og fremst at vera vend ímóti Pedro Sánchez, forsætisráðharra, og økisleiðaranum í Valencia, Carlos Mazón.
- Legg frá tær, Mazón, varð rópt sum sambært AFP.
Talið av deyðum er komið upp á 217 í dag- næstan øll í Valencia-landslutinum. 60 av teimum eru skrásett í Paiporta, sum liggur í økinum, skrivar Reuters.
Fleiri fólk í Spania hava funnist at myndugleikunum. Serliga hava atfinningarnar snúð seg um, at fólk ikki vórðu ávarað rættstundis.
Harumframt halda fleiri raktir íbúgvar, at tað hevur gingið alt ov seint hjá myndugleikum at reagera upp á vanlukkuna.
Sambært Reuters er talan um ringastu vanlukkuna í Evropa í sambandi við vatnflóð síðani 1967, tá umleið 500 fólk lótu lív í vatnflóð í Portugal.
Samstundis skulu vit fleiri áratíggju aftur í tíðina fyri at finna eitt líknandi evropeiskt mál, har so nógv eru deyð í flóðaldu í einum landi.
Í 1970 doyðu 209 fólk í vatnflóð í Rumenia.
##med2##
Leygardagin vórðu fleiri enn 10.000 hermenn og løgreglufólk send til Valencia-landslutin.
Tað segði forsætisráðharrin í røðu í sponskum sjónvarpi.
- Tað er størsta tilbúgving hjá vápnaðum herdeildunum í Spania í friðartíð.
- Stjórnin fer at búgva út alt neyðugt tilfeingi, so leingi tørvur er á tí, sigur Sánchez sambært Reuters.
Tað eru fleiri dagar síðani, at ódn við nógvum regni rakti Suður- og Eysturspania og elvdi til vatnflóð.
Síðani er talið av deyðum hækkað áhaldandi.
Bjargingarfólk royna framvegis at røkka økjum, sum vatnið hevur kvett frá umheiminum.
/Ritzau/