Katastrofan skal taklast frammanundan

Tað verður gjørt eitt stórt arbeiði fyri at sleppa undan vandunum, sum alla tíðina lúra í alingini, og tað verður alla tíðina syrgt fyri at minka um avleiðingarnar, um alingin skuldi fingið ein smeit

Jóannes Hansen


Tað ræður um at binda um heilan fingur, soleiðis at umhvørvisligar vanlukkur ikki sleppa at gera av við alingina, bæði hvat sjúkum viðvíkur og eisini fíggjarliga.

Og hóast tað ikki hoyrist so nógv um tað, so ger alivinnan ikki so lítið fyri at vera væl fyrireikað.

Fyri at sleppa undan einum veldugum fíggjarligum smeiti, um tað skuldi vita illa við, roynir alivinnan alla tíðina at betra um tryggingina. Tryggingin tekur sín part av stoytinum, um tað vil illa við. Men talan er um so stóran upphæddir, at sjálvsábyrgdin hjá vinnulívinum er ivaleysa stór og ov stór hjá tí einstaka virkinum, og tí hevur Havbúnaðarfelagið sjálvt ein grunn, sum hevur sum mál at rinda sjálvsábyrgdina, um tað verður neyðugt:

? Smoltalarar og sjógvalarar rinda ávísa upphædd fyri hvørt smoltið í grunnin. Stovnsfæið er 20 milliónir krónur, og tað verður framvegis lagt afturat grunninum, sum tískil verður betri førur fyri at taka við sjálvsábyrgdini hjá alarunum, um tað gerst neyðugt, at tryggingin skal uppí, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost.


Viðbrekin vinna

Alingin er eftir einum lítlum mansaldri vorðin ein hin týdningarmiklasta framleiðsluvinnan í landinum, eitt nú tá tað snýr seg um talið á arbeiðsplássum, og tá tað snýr seg um virði í útflutningi.

Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost á Glyvrum, kom í sínari lýsing av alingini við serligum atliti til Eysturoy, inn á vandarnar, sum lúra, og sum ? um illa vil til ? kunnu hava øgiligar avleiðingar fyri virkini, arbeiðsplássini og fyri útflutningin:

? Alingin er viðbrekin, og tað er týdningarmikið, at tað alla tíðina verður arbeitt nógv og miðvíst fyri at sleppa undan vandunum, sum alla tíðina lúra. Tíbetur hevur tað tey seinnu árini eydnast at halda tær sjúkurnar niðri, sum gjørdu um seg fyrru árini, men tað lúra alla tíðina nýggir vandar, segði Regin Jacobsen og vísti í hesum sambandi á bakteruisjúkuna ILA, sum hevur gjørt um seg t.d. í Skotlandi og í Noregi:

? Enn hava vit ikki havt sjúkuna her. Men vit vita, hvussu meint hon rakar, og tí er tað sera týdningarmikið, at vit eru medvitandi um, hvat skal til fyri at minka um vandan fyri at sjúkan kemur higar. Eitt er, at hon kann koma við villum fiski. Tað kunnu vit ikki gera so nógv við. Hon kann eisini koma við útgerð, sum kemur frá støðum, har hon ger um seg, og í tí sambandinum eiga vit at vera varðin. Og eitt triðja er, at vit mugu ansa eftir, at vit ikki sjálvi órógva umhvørvið, har alingin er, soleiðis at vit økja um sannlíkið fyri, at sjúkan kann gera um seg.

Regin Jacobsen ásannaði, at alingin er ein potentiellur stórdálkari, men hann helt, at medvitið um týdningin av ikki at dálka og meiri skilagóð fóðring hevur nógvu tey seinnu árini havt við sær, at alingin dálkar ikki so nógv longur.

? Dálkingin frá húsarhaldum og virksemi á landi er ivaleyst størri, enn tað frammanundan hevur verið mett. Nýggjar norskar kanningar vísa, at frárensl frá húsarhaldum dálkar nógv, og tí eigur tað at vera eitt mál, at kloakkir verða lagdar út á streymasjógv.


Stór broyting

Tey fýra fyrstu aliloyvini vórðu útskrivað av landsstýrinum í 1979. Eitt aliloyvi fór til Klaksvíkar, eitt fór á Skálafjørðin, eitt á Funningsfjørð og eitt á Kaldbak.

At brúkini vórðu løgd á hesum støðum boðar frá, at tá var tað mest týdningarmikið at ala, har stormur og alda ikki komu at. Skálafjørðurin og Funningsfjørður vóru mest áhugaverdu aliøkini í Eysturoy, men nú er hetta púra broytt. Nú gongur mesta sjógvalingin í oynni fyri seg á Lambavík, Gøtuvík, Fuglafirði og undir Funningslandinum:

? Tøknfrøðisligi framburðurin hevur verið stórur. Tað ber til at ala á økjum, har útskiftingin er størri, enn hon var, og tað hevur aftur við sær, at skarn frá fiskinum og fóðurrestir verður tikið burtur so at siga beinanvegin. Alivinnan biður sjálv uttanfyri standandi myndugleikar kanna, hvussu tað sær út á botninum í nánd av alingini. Biofar í Kaldbak plagar at taka sær av hesum, umframt at norðmenn eisini hava verið her, og tað er staðfest, at dálkingin undir sjógvalistøðunum á omanfyri nevndu støðum er lítil og eingin.

? Vit hava umhvørvisgóðkenning frá Heilsuligu Starvstovuni. Tað ber nógvar kanningar við sær, og harvið trygd fyri at ávaringarskipanir fara í gongd beinanvegin, um skipanin fer av lagið. Landsdjóralæknin er eisini uppií, og tað hevur higartil verið soleiðis, at fiskurin á Lambavík, Gøtuvík, á Fuglafirði og undir Funningslandinum hevur verið væl fyri.


Teljast millum

teir stóru

Regin Jacobsen vísti í síni lýsing, hvussu alivinnan í Føroyum og í Eysturoy er ment sammett við aðrar partar av heiminum.

Tað er serliga síðsta tíggju ára skeiðið, at vøksturin hevur verið stórur, og í altjóða høpi er tað ikki fyrrenn nú, at framleiðsluparturin hjá Føroyum er farin at vaksa, sammett við tann hjá øðrum alitjóðum.

Tað eru sjey tjóðir, sum serliga hava gjørt og gera seg galdandi í alingini av laksi og sílum. Í 1990 var samlaða alingin 280 túsund tons, í 1995 var hon 500 túsund tons, og tað verður roknað við, at heimsframleiðslan í 2005 fer at røkka 1,19 milliónum tonsum.

Noreg eigur nógv størsta partin av aliframleiðsluni, og tað verður mett, at norska alingin í 2005 fer at vera umleið helmingin av samlaða tonsatalinum.

Í 1990 var føroyski parturin 3%, í 1995 var hann 1,5 %, og tað verður roknað við, at í 2005 fara føroyingar at eiga 6 % av samlaða tonsatalinum. Næststørsta alitjóðin í heiminum er Kili, Írland eigur eisini ein stóran part, og umframt Føroyar eru eisini Skotland, Kanada og Japan millum størstu