Tíðindaskriv, Etiska ráðið:
Katla er 35 ára gomul og úr Hoyvík. Hon er útbúgving cand.mag. í heimsspeki frá Keypmannahavnar Universiteti, og so hevur hon eina PhD frá sama lærda skúla. Í útbúgving og gransking síni hevur hon lagt dent á etikk, serliga heilsu- og granskingaretikk.
Katla hevur í nøkur ár starvast innan vísindi og etikk á National Center for Etik í Keypmannhavn, har hon m.a. hevur greinað etiskar trupulleikar í kliniskari gransking.
Afturat hesum hevur hon drúgvar royndir innan miðling av etiskum evnum bæði frá undirvísing á universitetinum og frá greinum, hon hevur skrivað, og framløgum, hon hevur havt.
Katla er von at lýsa faklig evni fyri almenninginum, og liggur tað henni á sinni at vísa virðing og rættvísi mótvegis ymsum hugsjónum og grundgevingum. Eisini hevur hon royndir við fyrisiting og málsviðgerð.
Í 15 ár hevur Katla búð í Danmark, og gleðir hon seg nú koma aftur til Føroya. Nú, hon hevur fingið hálvtíðar starv hjá Etiska ráðnum í Føroyum, hevur hon fingið lovað hálvtíðar starv, har hon er í løtuni, og við bústaði í Føroyum.
Katla byrjar sum fakligur skrivari 1. mai 2025.
– Etiska ráðið takkar Regini Berg hjartaliga fyri íblástur og arbeiðið sítt fyri Etiska ráðið og bjóðar samstundis Katlu Heðinsdóttir blíðan byr og alt gott í starvinum sum fakligur skrivari í Etiska ráðnum, sigur Etiska ráðið í tíðinaskrivi.