Tað er Jóhannis Joensen, løgtingsmaður, sum hevur sett Jóhan Christiansen, landsstýrismanni í samferðslumálum, ein grein 52a fyrispurning um málið.
Løgtingsmaðurin spyr soleiðis:
1. Hvør er grundgevingin fyri, at prísir hjá Bygdaleiðum eru ymiskir, hóast vegalongdirnar eru tær somu?
2. Metir landsstýrismaðurin, at tílíkir prísmunir kunnu elva til minni nýtslu av Bygdaleiðum?
3. Eru ætlanir um at endurskoða og broyta prísskipanina við atliti at møguligum ójavnum?
4. Eru ætlanir um at skilja ímillum útlendingar og fastbúgvandi føroyingar, tá tað kemur til prísir við bygdaleiðum?
Í viðmerking til fyrispurningin vísir Jóhannis Joensen á, at Bygdaleiðir javnan eru á breddanum í almenna rúminum. Bygdaleiðir eru almenn bussleið, sum skal gera tað lættari, betri og bíligari at ferðast runt landið.
– Ynskiligt er sjálvandi, at so nógv fólk sum gjørligt nýta hesar almennu farleiðir, tí hetta minkar um trýstið av vaksandi talinum av bilum á vegunum. Hugsast kann, at jú bíligari tað er at flyta seg við bussi, jú fleiri brúka leiðirnar. Ein serlig prísskipan fyri útlendingar hevur eisini verið uppi at venda, vísir hann á.
##med2##
– Flestu leiðir verða veittar út og skulu bera ein ávísan kostnað. Tí kostar tað at koyra við almennu bussleiðunum. Prísbroytingar vórðu gjørdar í 2025, og hesar kunnu tykjast avbjóðandi. Tað kann til dømis undra, at ymiskir prísir eru ásettir, hóast vegastrekkini eru líka long. Eitt dømi er, at vegalongdin úr Sandavági til Tórshavnar er 38,15 km + undirsjóvartunnil, og ferðaseðilin kostar 95 kr. Farleiðin úr Vestmanna til Tórshavnar er á leið líka long, 38,38 km, men ferðaseðilin kostar 55 kr. Tað vil siga, at koyring ígjøgnum Vágatunnilin kostar hvørjum ferðandi 40 kr., hóast ein einvegis túrur við bussi sambært www.tunnil.fo kostar 25 kr, sigur Jóhannis Joensen.