Hillerød vann týskvøldið í útidysti í næstbestu donsku fótbóltsdeildini ein góðan 2-1 sigur á Lyngby, ið hevur nógvar superligu-royndir.
Lyngby legði seg á odda í 13. minutti, men eitt korter seinni fann Victor Dedes Adrian við einari framúrskarandi sending. Adrian tók av og stútaði bóltin í netið til 1-1. Talan var um triðja málið hjá Adrian í hesum kappingarárinum.
Lucas Bøje-Lassen skoraði sigursmálið hjá Hillerød, tá 12 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum. Njótið góða stútaran hjá Adrian:
##med2##