Eitt nýstovnað felag, Sp/f Katrina Christiansen, hevur keypt ognirnar hjá handilsvirkinum Katrina Christiansen í Havn
Tað er Tummas Justinussen, sum hevur stovnað smápartafelagið Katrina Christiansen, ið síðani hevur keypt ognirnar hjá Haldori Christiansen, sála, í Bringsnagøtu og Áarvegnum í Havn.
Talan er um trý hús: Bartskersstovu, sum er húsið, har handilin Katrina Christiansen húsaðist frá 1927 til um leið 2007, húsini »hjá Vágaheina«, sum standa beint niðanfyri, millum Katrinu Christiansen og Blákolluna, og húsini »hjá Angeliku« á Áarvegnum. Tað eru húsini, sum standa føst í Blákolluna (nú Kvilt), og sum í nógv ár var sýnisgluggi hjá handlinum Katrinu Christiansen. (Tey sum eru eitt sindur tilkomin minnast jólamann, sum upp undir hvørji jól sat har í vindeyganum og tosaði í telefon.)
– Ætlanin er at varðveita øll húsini og seta tey í stand, sigur Tummas Justinussen, sum hevur áhuga fyri gomlum húsum og at varðveita gomul hús.
Hann sigur, at Bartskersstova skal setast í stand, hava nýggjan klædning og nýggj vindeygu, sum verða gjørdi í gamlan stíl.
– Plastikkvindeygunin skulu burtur, og nýggj vindeygu í gomlum stíli setast í. Húsini skulu síggja út júst sum tey altíð hava gjørt, og sjálvt skeltini skulu uppafur, sigur Tummas Justinussen.
Hann hevur enn ikki gjørt av, hvat húsini skulu nýtast til.
Húsini »hjá Vágaheina« hava staðið tóm í mong harrans ár. Tey hava áður verið nýtt til goymslu, og nógv ár eru síðani, at nakar hevur búð har.
– Tey húsini eru í sera ringum standi, og mugu helst takast niður og gerast av nýggjum. Men ætlanin er at varðveita húsini, júst sum tey eru og at endurbrúka tað tilfarið, sum kann endurbrúkast, sigur Tummas Justinussen.
Somuleiðis er við húsunum »hjá Angeliku«. Tey verða eisini sett í upprunastand, og flag skal aftur leggjast á bæði húsini, leggur Tummas Justinussen dent á.