Kavin kom í morgun

Flaggdagin var veðrið avbera gott og nógv fólk leitaðu sær út til flaggdagshald. Og gott tað sama. Tí Dýra Biðidag var ikki útfarandi fyri kavaroki og vindi

Lambasprænin
Solby A. Eliasen

Klaksvík:
Fólk vildu illa trúgva sínum egnu eygum, tá tey Dýrabiðidag vóru vitni til at fold okkara enn einaferð í ár bleiv kavaklødd. Í rættiligum illveðrið legðist kavin um alt landið Dýra Biðidag. Tað var rættiliga kalt og tað líktist eina løtu klakaveðrið. Kavin, sum var óvanliga drúgvur fyrr í vár, kom enn einaferð aftur. Og kuldin merktist sera væl. Og onkur var skjótur at taka til at hetta óivað er lambasprænin, sum herjar Føroya land.
Nógvur vindur var eisini henda dagin, og bátarnir, sum dagliga, í hesum verkfalsdøgum, sigla fólk yvir um Leirvíksfjørð, sigldu ikki nógvar túrar henda dagin, orsakað av veðrinum.
Sosialurin tók nakrar myndir av kavanum Dýra Biðidag.