Formil 1
Fernando Alonso er nú bert tvey stig aftan fyri liðfelagan Lewis Hamilton í kappingini um heimsmeistaraheitið í formil 1, við einum triðja plássi og Hamilton á fjórða plássi, át Alonso enn eitt stig burturav muninum teirra millum, og við einans trimum koyringum eftir, er heimsmeistaraheitið óvanliga spennandi.
Sjálv formil 1 koyringin í Belgia gjørdist annars rættiliga líti áhugaverd. Mest spennandi løtan var byrjanin, tá Hamilton var um at sleppa framvið liðfelaga sínum, men Alonso vísti, at hóast arbeiðsgevarin er tann sami, so er talan ikki um nakað vinarlag, og kroysti Hamilton av breytini. Hamilton megnaði tó at koma á aftur breytina og halda seg á fjórða plássi restina av koyringini.
Ferrari heimsmeistari
Kimi Räikkönen í Ferrari var á odda frá byrjan til enda, og einasti maður, ið ivaleyst kundi bjóða Räikkönen av, liðfelagin, Felipe Massa, helt seg burtur, og tað tykist sum Ferrari hevur tikið avgerðina um, at í ár er Räikkönen besta vónin um heimsmeistaraheitið fyri koyrarar. Tað tykist tó rættiliga ósannlíkt, at Räikkönen, ið hevur 84 stig megnar at fáa bæði Hamilton við 97 stigum og Alonso við 95 stigum aftur í kappingini, nú einans 30 stig eru eftir at koyra um. Men við úrslitinum í gjár og kolldømingini av McLaren í liðkappingini, kann Ferrari liðið troysta seg við, at heimsmeistaraheitið fyri lið er teirra.
Turt og keðiligt
Belgiska formil 1 koyringin á Spa Breytini plagar at bjóða ársins formil 1 koyring á nærum hvørjum ári. Við eini spennandi breyt, har rættiliga lætt er at yvirhála og nógvum avbjóðandi støðum, og veðrið, ið nærum altíð er svikaligt, er hetta yndisbreytin hjá flestu formil 1 koyrarum og somuleiðis áskoðarum. Men í tey 44 umførini, ið koyringin vardi hendi nærum einki. Nakrir smáir nærdystir vóru aftarliga í feltinum, men ikki nakað at tala um, ja sjálvt veðrið helt sær hampiligt alla koyringina.