Keir Starmer nýggjur favorittur hjá Labour

Tað tykist nú vera meiriluti fyri einum valevni, sum kann loysa Jeremy Corbyn av sum leiðari í bretska Labour flokkinum í Bretlandi.

Ein kanning hjá YouGov, sum er almannakunngjørt í blaðnum The Guardian, vísir stuðul upp á 61 prosent til Keir Stramer.

Labour skal væntandi velja nýggjan leiðari í mars. Tað skal henda, eftir at Corbyn tapti stórt á tjóðartingsvalinum í desember til Boris Johnson og tey Konservativu

Tað fekk Corbyn at boða frá, at hann gevst sum formaður.

Starmer, sum verður hildin at vera meira miðsøkjandi enn Corbyn, hevur enn ikki boðað frá, at hann stillar upp. Men roknað verður við, at hann fer at gera tað ein av komandi døgunum.

 

/ritzau/