Finnur var kendur sum ítróttarmaður, politikari og forsprákari á sosiala økinum.
Í Havnar Bóltfelag var hann partur av kenda liðnum í sjeytiárunum. Við sínum góða kropsliga førningi og eyganum fyri bóltspæli var hann millum teir bestu. Í hondbóltinum lá eisini væl fyri. Har var hann Kyndils-maður um ein háls.
Finnur var ofta til dyst í Gundadali, og hann hjálpti eisini til við at krevja inn til dystir saman við nógvum øðrum fyrrverandi leikarum og nú stuðlum í HB. Í elstaráðnum á bakkanum norðan fyri ovara vøll verður saknur í Finni, og saknur verður somuleiðis í hansara sera beinraknu skriving um fótbólt, ikki minst um HB.
Finnur var ongantíð bangin fyri at siga sína meining, og tað góða var, at tú altíð visti, hvar tú hevði Finn. Hann segði tað, hann meinti, og hann meinti tað, hann segði.
Finnur gjørdist løgtingsmaður fyri Tjóðveldi í 1998. Í Løgtinginum eins og í Tórshavnar Býráð, har hann eisini sat, og í sínum starvi sum sosialráðgevi á Almannastovuni og leiðari á Barnaheiminum vísti Finnur sera stóran ans fyri sosialu viðurskiftunum hjá vanliga fólkinum.
Jórun og børnini og familjan hjá Finni hava verið fyri stórum missi, nú Finnur er farin handan sýnina. Vónandi finna tit styrk í, at sera nógv fólk hildu nógv av Finni fyri tað, hann var og stóð fyri.
Vit í HB minnast við virðing Finn Helmsdal. Sum leikara, sum venjara og sum trúgvan HB-viðhaldsmann.
Ærað verður minnið um Finn Helmsdal.
Havnar Bóltfelag