Poul F. Joensen segði sjálvur einaferð, at hann ikki helt seg fáa nóg nógva virðing fyri skaldskap sín. Tó sær ikki út til, at hetta er galdandi í dag. Ætlanin er nevniliga at gera rættuliga nógv burturúr føðingardegi hansara. Og so eru tað eisini nøkur av teimum fremstu listarfólkunum í Føroyum, ið eru biðin at heiðra Pól F. á føðingardegi hansara.
Sumba
Sumbingar eru allir sera ernir av, at Pol F. vaks upp í heimbygd teirra. Tískil eru tað fyrst og fremst sumbingar, ið fara at hátíðarhalda føðingardag skaldsins.
Brøðurnir Dánjal Johan - og Finnbogi Lisberg gjørdu fyri tíð síðani av, at teir vildu geva skaldinum ein virðiligan 100 ára dag. Hesir settu seg í samband við Norðurlandahúsið, ið beinanvegin játtaði at vera við í ætlanini.
Eftir hetta, so hevur Finnbogi Lisberg arbeitt við at fáa fólk til at heiðra skaldið á ymiskar hættir. Og hetta hevur eydnast honum sera væl. Hann hevur m.a. fingið Kim Hansen, Hanus Johansen, Sverra Egholm, Eyðun Johannesen og Anker Eli Petersen at nýta sínar listarligu gávur, fyri at heiðra skaldinum.
Ætlanin er, at Kim Hansen skal spæla undir til felagssang av yrkingum hjá Poul F., Hanus Johansen skal spæla og syngja ymiskar yrkingar hjá skaldinum, Sverri Egolm skal lesa upp, Eyðun Johannesen fer at halda onkran fyrilestur og Anker Eli Petersen fer at gera eina myndakavalkadu av ?Jarðarferðini³ eftir Pól F. Joensen. Harafturat, so er eisini ætlanin, at sumbingar skulu dansa og kvøða kvæði og vísur eftir skaldið og Landsbókasavnið skal skipa fyri framsýning av handritum o.ø. eftir kenda sumbinginum.
Ferðandi tiltak
Hetta tiltakið, ið sumbingar skipa fyri, saman við Norðurlandahúsinum, skal ikki bert ganga fyri seg á einum stað. Nei, ætlanin er, at tiltakið fyrst skal verða í Sumba, síðani verður ein partur av tí møguliga fluttur til Tvøroyrar og endin verður so, at tiltakið endar í Norðurlandahúsinum.
Tiltøkini í Sumba og í Norðurlandahúsinum hava somu skrá.
Tvøramenn eiga eisini Poul F.
Skaldið Poul F. Joensen hevur eisini verið Tvørámaður burturav. Hann starvaðist sum lærari í Froðba í nógv ár. Hetta ger, at Tvøramenn eisini kenna Poul F. sum teirra bygdamann. Tískil hava fólk á Tvøroyri eisini tikið seg saman at skipa soleiðis fyri, at føðingardagur skaldsins eisini verður hátíðarhildin á Tvøroyri.
Tiltakið á Tvøroyri hevur ikki heilt somu skrá, sum tiltakið í Sumba og í Norðurlandahúsinum, men eisini hava tvøráfólk fingið fatur á mentaðum fólki, ið hava gjørt nakað serligt til dagin. Tað er nevniliga so, at tvøráfólk hava heitt á Knút Olsen og Jens Mortan Mortensen, um at gera kórsatsir til nakrar av yrkingunum hjá Poul F.. Meiningin er so, at eitt manskór á Tvøroyri skal syngja hesar satsir.
Eisini ætla tvørámenn, eins og sumbingar, at skipa fyri felagssangi, fyrilestri, upplestri, framsýning og føroyskum dansi.
So sigast kann, at sjálvt um Poul F. helt seg fáa ov lítla virðing meðan hann livdi, so fær hann sanniliga virðing nú á 100 ára degnum.