Simmi A. Jacobsen telist millum undangongufólkini í føroyskum popptónleiki. Simmi spældi og skrivaði fleiri sangir, ið eru blivin klassikarar, og hann hevur verið virkin í føroyskum tónleiki í meira enn hálva øld. Millum sangirnar, sum Simmi hevur skrivað ella verið við til at framført eru eitt nú “Hví”, “Tvær fjarðar” og “Eitt sunnukvøld í plantasjuni”.
Nú hevur sangkórið Glymur gjørt av, at Simmi skal heiðrast, og tað verður gjørt á tiltaki í Norðurlandahúsinum 30. januar.
- Hugskotið at heiðra Simma er sprottið úr gleðini at uppliva og framføra sangir hansara og er ein roynd at sýna honum takksemi fyri framúr avrik í tónleika- og mentanarsøgu Føroya, siga fyrireikararnir um tiltakið.
Kendir tónleikarar
Tað verða kendir tónleikarar, sum fara at spæla og tulka sangir, sum Simmi hevur gjørt og spælt.
Sangkórið Glymur, sum stendur fyri tiltakinum, fer at syngja hetta kvøldið, og harafturat luttaka eisini Teitur Lassen, Búi Dam, 200, Kristina Bærendsen, Sámal Ravnsfjall & Ronnie Nielsen, Martin Joensen og Lív Dam.
Meira kunning um tiltakið fæst á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum.