Ókeypis gáva til børnini

Skúlabørn kring landið sleppa nú at hoyra víðagitnu søgurnar hjá Astrid Lindgren Landsmiðstøðin fer í næstu viku at bjóða øllum børnum í 1., 2. og 3. flokki til upplestur av Lindgren-tekstum.

Tann 14. november eru 100 ár liðin, síðan Astrid Lindgren varð borin í heim, og tað vilja vit fegin gera eitt sindur burturúr, sigur Landsmiðstøðin.

- Okkara gáva til Astrid Lindgren er samstundis ein gáva til øll børn í 1., 2. og 3. flokki: Vit ætla at halda dagin við at bjóða øllum næmingum í 1., 2. og 3. flokki til upplestur í næstu viku. Sjónleikarar frá Tjóðpalli Føroya fara at lesa um Pippi Langsokk, Ronju og Birk, Emil úr Lønnibergi ella onkran heilt annan, sum Astrid Lindgren hevur skrivað um. Framførslan er einar 45 minuttir og vera í Suðuroy, á Sandi, í Kollafirði, í Norðskála/Oyrar skúla, á bókasavninum í Klaksvík, í húsinum hjá Kongshavnar Kvinnufelag og í Norðurlandahúsinum.

Tá ið vikan er av, fara eini 2100 børn at hava hoyrt um Pippi, Emil, Ronju og øll hini, sum Astrid Lindgren hevur skrivað um tey seinastu 50 árini.

Tiltakið er ókeypis.