Keypsamtøkan hevði metstórt hall í fjør

10 milliónir krónur í halli. Tað er ársúrslitið hjá Føroya Keypsamtøku í fjør

Deildin í miðbýnum í Havn

Tað sæst í roknskapinum hjá Føroya Keypsamtøku, sum er almannakunngjørdur á roknskapargrunninum vinnuvitan.biz.

Ringa úrslitið kemur eftir eitt halla upp á 7,6 milliónir krónur árið fyri.

Keypsamtøkan skrivar í ársfrágreiðingini, at afturgongd hevur verið í umsetninginum og inntøkunum, og vantandi tilpassing av útreiðslunum hevur ført til stóra hallið.

Leiðslan er ikki nøgd við úrslitið, men skrivar í roknskapinum, at hon hevur sett tiltøk í verk til tess at optimera raksturin. Men hóast tað, so verður roknað við enn einum halli í 2024, sum tey tó vænta verður munandi minni enn 10 milliónir krónur.

Eitt av tiltøkunum er, at Føroya Keypsamtøka hevur latið aftur deildina á Skálafjørðinum síðst í januar í ár. 

Bruttovinningurin í fjør var upp á 37,7 milliónir krónur í mun til 40,9 árið fyri. Starvsfólkaútreiðslurnar minkaðu eitt vet frá 45,8 til 45,2 milliónir krónur.

Úrslitið av primera rakstrinum  var -7,5 milliónir krónur í mun til -4,9 milliónir krónur árið fyri.

Í Føroya Keypsamstøku starvaðust við árslok 129 fólk í mun til 132 árið fyri. Eginognin hjá Føroya Keypsamtøku er nú góðar 32 milliónir krónur, sum er 20 milliónir krónur minni enn fyri fýra árum síðani.

 

Deildin í miðbýnum í Havn