Føroyameistararnir úr Klaksvík eru av álvara farnir undir fyrireikingarnar til næstu avbjóðingina í Europa. Mikukvøldið vunnu teir í Klaksvík 3-1 ímóti norska meistaraliðnum Bodø/Glimt. Hóast avrikið var framúr, so rakk tað ikki til luttøku í næsta umfari í europeisku meistarakappingini.
Nú fyrireikar KÍ seg at spæla í Europa Conference League. Fyrsti dysturin verður mikukvøldið á útivølli ímóti meistaraliðnum úr Montenegro, sum eitur FK Sutjeska. Sambært styrkislistan hjá UEFA, so er tað lítil og eingin munur á KÍ og hesum liðnum.
Meðan føroyska kappingin er hálvrunnin, so eru teir í Montenegro framvegis í summarfrí og fyrireika seg til nýggja kappingarárið. Fyrsti dysturin hjá FK Sutjeska er settur at vera komandi leygardag. Hann verður á útivølli ímóti Jedinstvo.
FK Sutjeska hevur í summarfrítíðini spælt tveir dystir í europeisku meistarakappingini. Mótstøðuliðið var Ludogorets úr Bulgaria, sum vann 2-0 á heimavølli og 1-0 á útivølli.
KÍ ferðalagið lættir úr Vágum nú klokkan 17.50. Ferðast verður við Atlantsflog til Oslo, har tað verður gist í kvøld. Í morgin fer KÍ við leiguflogfari úr Oslo og til Montenegro. Í ferðalagnum eru 20 spælarar og haraftrat venjarar, heilsustarvsfólk og liðleiðarar og so fleiri av nevndarlimunum.
Dysturin á DG Arena Lješkopolje í Podgorica verður mikukvøldið klokkan 20. Dysturin í Klaksvík verður mikudagin 27. juli klokkan 19.00.
Teir 20 spælararnir eru
Mathias Brinch Rosenørn,
Meinhardt P. Joensen,
Jesper Brinck,
Mads Bo Mikkelsen,
Árni Frederiksberg,
Jákup B. Andreasen,
Páll A. Klettskarð,
Jóannes Bjartalíð,
René Shaki Joensen,
Heini Vatnsdal,
Valery Sabala,
Patrick Da Silva,
Claes Philip Kronberg,
Børge Petersen,
Anders Bak Holvad,
Dmytro Lytvin,
Dávid D. Andreasen
Jóannes K. Danielsen,
Odmar Færø,
Deni Pavlovic