Tað er øgiligur rómur í fína summarveðrinum í Klaksvík, har tað av álvara kókar millum áskoðararnar.
Í góða summarveðrinum í vikuni hava KÍ fløgg verið at sæð bæði í Klaksvík og aðrastaðni í Norðoyggjum, og nú KÍ hevur vunnið 1-0 og hevur tryggjað sær rættin at halda fram í europeisku kappingini kókar tað av álvara.
Europeisku rómin hevur hildið sær í fleiri vikur í Klaksvík og Norðoyggjum, og nú fer hann at halda sær í hvussu so er tvær vikur aftrat. Hóskvøldið fer KÍ at spæla á útivølli í Kosovo, og um tvær vikur eigur KÍ heimavøll. Men tað verður ikki í Klaksvík, tí tá fer KÍ at eiga heimavøll á Tórsvølli. Tá vera UEFA krøvini til ljós so mikið stór, at tað bara er á Tórsvølli, at tað tá er loyvt at spæla.
Sigursmálið skoraði Páll A. Klettskarð miðskeiðis. Tað var miðskeiðis í seinna hálvleiki, at hann eftir fríspark fram úr høgru frá Árna Frederiksberg og við høvdinum snittaði bóltin í málið. KÍ er frammanfyri 1-0, og Páll A. Klettskarð hevur skorað fyri sættu ferð í Europa. Tað er met hjá KÍ.
Síðstu løtuna stóð øgiligt á, og í teimum fimm minuttunum, sum eysturríkski dómarin legði aftrat, pressaði mótstøðuliðið úr Montenegro og Mathias Rosenørn bjargaði væl, og í tí eina førinum brast bólturin í stólpan.
Í hvussu so er eitt føroyskt lið fer at halda fram í Europa. Um tað verða fleiri fæst at vita í morgin, tá ið Víkingur og B36 fara at spæla á útivølli.
KÍ - FK Sutjeska 1-0 (0-0)
1-0: Páll A. Klettskarð 66.
KÍ: Mathias Rosenørn – Jesper Brinck (Jóannes K. Danielsen, 87.), Odmar Færø (Deni Pavlovic, 76.), Heini Vatnsdal, Patrick Da Silva – Claes Philip Kronberg (Anders Sølvsten Holvad, 78.), Jákup B. Andreasen, Jóannes Bjartalíð, Mads Bo Mikkelsen – Árni Frederiksberg (René Shaki Joensen, 78.), Páll A. Klettskarð
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Géza Dávid Túri, Dmytro Lytvyn, Dávid B. Andreasen, Børge Petersen, ValērijsŠabala
Gult kort: Eingin
Venjari: Mikkjal K. Thomassen