KÍ er aftur uttan Odmar

Conference League: KÍ er uttan Odmar Færø, og helst eisini Jesper Brinck til dystin í kvøld

Tað er í kvøld, at KÍ tekur móti meistarunum úr Kosovo, Ballkani, í returdystinum í 3. umfari í UEFA Europa Conference League kappingini. Ballkani vann fyrra dystin 3-2. Dysturin í kvøld er á Tórsvølli.

 

KÍ skal vinna dystin í kvøld, fyri at hava nakran kjans at koma víðari. Vinnur KÍ við einum máli, so verður umdystur og møgulig brotssparkskapping. Vinnur KÍ við tveimum málum, so skal KÍ spæla móti Shkupi úr Norðurmakedonia um eitt pláss í bólkaspælinum.

 

KÍ verður uttan landsliðsmiðverjan Odmar Færø. Hann bleiv útvístur í fyrra dystinum, sum var í Pristina í Kosovo. Tí er hann leikbannaður til dystin í kvøld. Jesper Brinck hevur verið skaddur síðani KÍ vann 1-0 á Sutjeska í Klaksvík. Hann verður við í hópinum, men Mikkjal Thomassen sigur, at tað er ósannlíkt, at hann kemur á vøllin.

 

##med2##

 

Tað kundi bent á, at Deni Pavlovic endar í miðverjuni. Ein annar møguleiki er 25 ára gamli Dmytro Lytvyn, sum er miðverji, men hevur ikki spælt nakað serligt. KÍ hevur eina ferð fyrr verið í 3. umfari í evropeiskari kapping. Tað var í 2020, tá KÍ vann 6-1 Dinamo Tbilisi á Tórsvølli. FM1 hevur beinleiðis frásøgn dystinum.

 

Mynd: (Álvur Haraldsen) Jesper Brinck mátti av vøllinum móti FK Sutjeska