Dreymurin hjá klaksvíkingum um enn einaferð at vinna seg í europeiskt bólkaspæl livir framvegis sítt fríska lív.
Í kvøld vann KÍ seg víðari í annað umfar í Champions League. Tað gjørdi KÍ við at vinna 2-1 á útivølli ímóti Atert Bissen. Dysturin varð spældur á tjóðarleikvøllinum í høvuðsstaðnum í Luksemborg. Har vóru ikki nógvir áskoðarar, og tað hoyrdist heilt nógv til KÍ fjeppararnar, sum høvdu alla orsøk at fegnast, sum dysturin leið.
Úrslitið í kvøld var nett tað sama, sum tað var týskvøldið í síðstu viku, tá ið KÍ vann 2-1 í Klaksvík. Harvið er samantaldi sigurin 4-2, og í næsta umfari fer KÍ at spæla ímóti Kauno Zalgiris úr Litava. Dysturin í Klaksvík verður mitt í næstu viku, og so fer KÍ at spæla á ólavsøku í Litava.
Í kvøld var av álvara talan um arbeiðssigur í hitanum suðuri á europeiska meginlandinum. Jákup B. Andreasen var ikki førur fyri at spæla, og undan gingu stuðulsspælararnir Odmar Færø, sum fram ímóti dystarenda noyddist skaddur av vøllinum, Jóannes K. Danielsen, Deni Pavlovic, Árni Frederiksberg og Páll A. Klettskarð, men tað er kanska skeivt at taka nakrar framum nakran annan, tí allir ofraðu seg fult og heilt.
Lunnarnir vórðu lagdir beinanvegin, tá ið Árni Frederiksberg úr 40 metrum í høgru óvæntað sendi bóltin omanfyri málverjan og í netið. Málverjin tóktist at rokna við, at talan fór at vera um innlegg, men sum ikki einaferð, so var Árni Frederiksberg snildari enn mótstøðumenninir í europeiskum dysti.
At KÍ legði seg á odda bar við sær, at leiðslan var 3-1, og harvið gekk tað av álvara fyri seg eftir treytunum hjá KÍ. Heimaliðið javnaði miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Verjuspælið var ikki heilt sannførandi í hesi atsóknini, tá ið liðformaðurin Roman Ferber var leysur mitt fyri og setti bóltin í málið.
Tað kendist tó ongantíð soleiðis, at heimaliðið hevði fatur í langa endanum. KÍ var samantalt frammanfyri við einum máli, og eitt lítið korter eftir steðgin legði KÍ seg aftur á odda. Árni Frederiksberg sendi innfyri við horna úr vinstru, og frammanfyri nærra stólpa var tað Páll A. Klettskarð, sum við høvdinum stýrdi bóltin í handaru síðu av málunum. So var 3-1 og samantalt 4-2, sum ber við sær, at KÍ nú er á veg til hús við atgongumerki til annað umfar í Champions League.











