KÍ hevur í kvøld vunnið 1-0 í Gundadali ímóti B36. Harvið hava KÍ spælararnir givið felagnum rimmar føðingardagsgávu. KÍ hevur 110 ára føðingardag. Fyrr í dag vunnu kvinnurnar 3-1 á heimavølli ímóti EBS/Skála, og í kvøld hava menninir vunnið 1-0 í Gundadali ímóti toppliðnum B36.
Einasta málið skoraði Bárður J. Heinesen, tá ið tað restaðu fýra minuttir. Eftir fyrsta og einasta hornasparkið hjá KÍ í 2. hálvleiki legði innskifti Henry Heinesen bóltin til nærra stólpan, har innskifti Bárður J. Heinesen setti bótin í málið.
Sum tíðin leið, myndaðist spælið alt meiri eftir fyritreytunum hjá KÍ. B36 legði alt meiri í álopspartin, og tað vóru nógvar spentar støður í KÍ brotsteiginum, har B36 individualistarnir sneiddu og krúllaðu seg leysar. Men tað eydnaðist ikki at fáa mál. Meinhardt Joensen var stinnur í málinum, og veruspælararnir ofraðu seg ferð eftir ferðir, tá ið teir blokeraðu til horna.
Eisini í hinum endanum vístu KÍ spælararnir framúr góðan hugburð. Møguleikin fyri kontramáli lúrdi, og fýra minuttir undan leikloki eydnaðist tað.
Hetta var fyrsta ferðin síðani 22. juni, at KÍ vann fulla úrtøku. Tá var tað á heimavølli ímóti EB/Streymi (3-1), og hetta var fyrsta ferðin síðani fyrsta umfar, at KÍ vann á útivølli. Tá vunnu klaksvíkingar 3-1 í Fuglafirði.
Víkingur-NSÍ 6-1 (3-0)
1-0: Finnur Justinussen 11.
2-0: Súni Olsen 13.
3-0: Hallur Hansson 38.
4-0: Sølvi Vatnhamar 56.
4-1: Árni Frederiksberg 58.
5-1: Sølvi Vatnhamar 67.
6-1: Finnur Justinussen 84.
HB-B68 3-0 (2-0)
1-0: Poul Ingason 35.
2-0: Pál Mohr Joensen 38.
3-0: Fróði Benjaminsen 54.
B36-KÍ 0-1 (0-0)
0-1: Bárður J. Heinesen 87.
AB-EB/Streymur 0-0
Mánakvøldið
Skála-ÍF: Alex Troleis kl. 18.00
Støðan
B36
HB
Víkingur 33
EB/Streymur 30
NSÍ 28
KÍ 27
ÍF 22
AB 22
Skála 12
B68 10
22. umfar
Sunnudagin 14. september
KÍ-HB
ÍF-B68
NSÍ-AB
EB/Streymur-Skála
B36-Víkingur
LIÐUGT!
0-1
KÍ leggur nógv fyri í verjupartinum, og tað riggar ikki hjá arbeiðssomu B36 spælarunum at bróta ígjøgnum bláa verjuskansan.
0-1
Andrias Eriksen er komin inn í B36 álopið í staðin fyri Adeshina Lawal.
4 minuttir eru lagdir aftrat!
90) 0-1
Rasmus Dan Sørensen er komin inn á framrættað B36 pláss í vinstru í staðin fyri Rógva Poulsen.
89) 0-1
Odmar Færø er fluttur fram í álopið. B36 spennir álopsbogan, og KÍ bæði verjir og lúrir í kontra møguleikum.
87) 0-1: Bárður J. Heinesen
KÍ hevur skorað! Eftir fyrsta horna í 2. hálvleiki var tað. Hjalgrím Elttør spældi stutt, og eftir eitt sindur av samanspæli var tað Henry Heinesen, sum legði innfyri. Við nærra stólpan var tað inn skifti Bárður Johnsson Heinesen, sum stýrdi bóltin í málið.
85) 0-0
B36 pressar fyri at fáa hol á, men klaksvíkingar eru boysnir at fáast við. Teir eru væl skipaðir í verjuni, og teir eru vandamiklir í mótálopum.
82) 0-0
Jákup á Borg hevur sæð gula kortið – ivaleyst fyri at brúka seg.
Tað kennist strongd á teimum á toppliðnum, nú tað ikki er eydnast teimum at leggja seg framum, og vandin harvið lúrir fyri, at munurin aftur til HB skal tódnað!
80) 0-0
Innskifti Árni G. Nielsen er sera eyðsýndur. Eftir góða framlegging var hann um reppið at skora, men Jonas Flindt Rasmussen blokeraði til horna.
76) 0-0
B36 hevur bóltin meiri enn klaksvíkingarnir, men tað er spenningur í báðum endum, tí KÍ hevur bæði brodd og tyngd í mótálopunum.
74) 0-0
Eftir fríspark frá Alex Mellemgaard megnar B36 at leggja trýst á. Tað endar við, at innskifti Árni G. Nielsen smekkar til. KÍ bjargar til horna, sum ber tvey onnur horna við sær, uttan at nakað spyrst burturúr.
71) 0-0
Álvur F. Christiansen er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Bárður J. Heinesen. Tað kennist sum um, at KÍ hevur hug at spenna álopsbogan.
68) 0-0
KÍ hevur risa møguleika eftir uppspæl í høgru, har Johan Jacobsen og Álvur F. Christiansen vóru sentralir, men bólturin trillaði framvið málinum – hálvan annan metur frá málstrikuni.
65) 0-0
B36 hevur nú leikliga yvirvág. Lawal, Alex Mellemgaard og Lukasz hava verið tætt við. Klaksvíkingar svara tó aftur í mótálopum, og nú var Hjalgrím Elttør tætt við eftir álop, har Páll A. Klettskarð og Heðin á Lakjuni eisini vóru uppií.
62) 0-0
B36 var tætt við, tá ið Lawal varð spældur leysur við langari sending. Meinhardt Joensen vann bóltin langt uttanfyri brotsteigin, áðrenn Lawal rakk bóltin.
B36 er nú leikliga omaná.
Henry Heinesen kemur inn á KÍ miðvøllin í staðin fyri Ivan Joensen.
58) 0-0
Sólin skínur nú í Gundadali. Tað hava ofta verið fleiri áskoðarar í Gundadali, tá ið B36 hevur havt vitjan av KÍ, enn tað eru í dag.
B36 hevur síðstu løtuna havt gott fótbóltsspæl.
Eftir skotroynd við kalda høgra beininum fer Símun Joensen av vøllinum, og í hansara stað kemur Árni G. Nielsen, sum beinanvegin spælir Lawal í góða støðu, men hann kiksar skotið.
55) 0-0
Eingir upplagdir málmøguleikar eftir steðgin. Ferðin er ikki høg, og tað eru nógvir steðgir.
53) 0-0
Ísak Simonsen hjá KÍ hevur sæð gult fyri fríspark ímóti Lukasz Cieslewicz.
51) 0-0
Símun Joensen hjá B36 hevur sæð gult fyri fríspark ímóti Páll A. Klettskarð.
46) 0-0
Heðin Klakstein er komin inn á KÍ liðið á framrættað pláss í vinstru í staðin fyri Tórur Justesen.
HÁLVLEIKUR
0-0
B36 hevur verið meiri á bóltinum í fyrra hálvleiki, men tað er framvegis málleyst, nú spælararnir fara at hvíla seg. Fyrstu løtuna var um reppið einar tríggjar ferðir, at heimaliðið fekk hol á, men seinna partin av hálvleikinum hava klaksvíkingar havt gott tak á verjuspælinum, og í einstøkum førum hava teir verið um reppið at koma í góða støðu.
Næst við hjá KÍ var Álvur F. Christiansen, sum kom inn frá høgru og úr góðari støðu royndi seg, men bólturin fór skeivu megin stólpan.
45) 0-0
43) 0-0
Eftir fríspark er tað spenningur í B36 brotsteiginum, men tað endaði við, at verjan megnaði at rudda burtur.
40) 0-0
Eftir nógvar ferðir aftur og fram í KÍ brotsteiginum endaði tað við, at KÍ málverjin Meinhardt Joensen fekk tak á bóltinum. B36 hevur bóltin meiri, men tað gongst heimaliðnum ikki so væl at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.
35) 0-0
Tað er framvegis málleyst í Gundadali, og nú gongur tað javnari á.
30) 0-0
Meinhardt Joensen hevur stórbjargað, eftir at Lukasz Ciesliwicz var spældur leysur og úr góðari støðu royndi ímóti málinum.
25) 0-0
Ivan Joensen, sum er sentralur miðvallari, hevur sæð gula kortið.
Tað regnar í Gundadali.
17) 0-0
B36 er greitt omaná. Klaksvíkingar lúra eftir kontra, men leggja annars størsta dentin á at verja.
10) 0-0
KÍ tykist ikki vera komið í Gundadal fyri at grava seg niður. Bæði liðini hava hug at leypa á.
6) 0-0
Tað er lívligt í Gundadali. Í fyrstu atsóknini royndi Álvur F. Christiansen seg við skoti, men bólturin fór omanfyri, og so hevur B36 havt tveir møguleikar. Ísak Simonsen bjargaði, tá ið Lawal royndi seg úr góðari støðu, og Meinhardt Joensen bjargaði til horna, tá ið Róaldur Jakobsen smekkaði til úr 27 metrum!
B36-KÍ kl. 17.30
Dómari: Petur Reinert
B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Odmar Færø, Alex Mellemgaard – Róaldur Jakobsen, Lukasz Cieslevic, Símun Joensen – Jákup á Borg, Adeshina Lawal, Rógvi Poulsen
KÍ: Meinhardt Joensen – Johan Jacobsen, Jonas Flindt Rasmussen, Ísak Simonsen, Heðin á Lakjuni – Ndende, Ivan Joensen, Hjalgrím Elttør – Álvur F. Christiansen, Páll A. Klettskarð, Tórur Justesen