KÍ heldur fram í steypakappingini

Aganevndin hevur dømt næstbesta liðið at tapa 3-0 heldur enn 3-1 ímóti Víkingi

Tað verður KÍ, sum 2. páskadag fer at spæla fjórðingsfinalu í kappingini um løgmanssteypið.

 

Eftir 2-1 tapið í Gundadali mánakvøldið 7. apríl í fyrsta umfari kærdi HB, at KÍ hevði brúkt ólógligan spælara. Tað var Ahmed Latif, sum spældi leygardagin 5. apríl í 1. deild, tá ið KÍ tapti 3-1 á útivølli ímóti Víkingi, og sum aftur var millum teir fyrstu ellivu mánakvøldið, tá ið KÍ í Gundadali í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið vann 2-1 ímóti HB.

 

Nú hevur aganevndin tikið støðu til kæruna. Avgerðin er, at KÍ tapir dystin í 1. deild 3-0 heldur enna 3-1, og at úrslitið í steypadystinum millum HB og KÍ verður ikki broytt.

 

Harvið er tað greitt, at tað vera KÍ og B36, sum 2. páskadag fara at spæla fjórðingsfinalu í kappingini um løgmanssteypið.

 

Í morgin, skírisdag, verður landskappingardystur í Klaksvík millum KÍ og HB.   

 

 

 

   
 

NÚ ER ÚRSKURURIN HER

 

Niðurstøðan hjá aganevndini hjá FSF er, at tað verður 1. deild hjá KÍ, sum tapir dystin, sum liðið spældi móti Víkingi 5. apríl 2025, við málmuninum 0-3.

 


Hetta merkir sostatt, at staðfest er, at KÍ vann dystin móti HB í Gundadali, og er víðari í steypakappingini. Næsti dystur í steypakappingini er móti B36.

 

 

 

Sigast skal tó, at 1. deild hjá KÍ tapti nevnda dyst móti Víkingi 1-3. Tí er ikki annar munur enn, at málúrtøkan gerst eitt sindur lakari.

 

 

 

Niðanfyri kanst tú lesa “Staðfestingar og niðurstøður” í málinum hjá Aganevndini:

Vísandi til upplýsingarnar í málinum kann staðfestast, at Ahmed Latif hevur leikt fyrstu 45. minuttirnar í 1. deildardysti fyri KÍ tann 5. apríl 2025 og byrjaði inni á besta liðnum hjá KÍ tann 7. apríl 2025. Ahmed Latif er ikki yngri enn 21 ár.

 

HB vísir í síni kæru til mál 2/2022 hjá Aganevndini. Í hesum máli varð B36 dømt at tapa dyst móti B68 í bestu deildini fyri nýtslu av leikara yngri enn 21 ár, sum hevði spælt 3 dystir sama leikdag. B36 førdi í málinum fram, at besta liðið hjá B36 eigur ikki at fáa ítróttarliga revsing vísandi til § 8, stk. 1 um, at hægsta deildin skal roknast at hava leikt fyrst.

 

Aganevndin kom í málinum til ta niðurstøðu, at talan var um ein leikara yngri enn 21 ár, og at málið tí skuldi viðgerast eftir § 8, stk. 3 og ikki § 8, stk. 1. Brotið var tí mett at vera framt í síðsta dystinum.

 


Yvirkærunevndin staðfesti niðurstøðuna hjá Aganevndini.

 

KÍ vísir í sínum viðmerkingum til mál hjá Aganevndini 2/2011, har NSÍ kærir Víking fyri at hava nýtt sama leikara í dysti í smádreingjadeildini tann 16. apríl 2011 og í dysti seinni sama dag í dreingjadeildini. Aganevndin kom til ta niðurstøðu, at Víkingur skuldi tapa dystin í smádreingjadeildini við 0-3.

 


Aga- og etiskanevndin metir, at § 8, stk. 1 og 2 í kappingarreglugerðini mugu lesast samanhangandi. Orðingin: “Tá felag leikar í fleiri deildum, roknast hægsta deildin at hava leikt fyrst.” sum stendur í § 8, stk. 1, 2. punktum, má metast eisini vera galdandi í mun til § 8, stk. 2, tá ið talan er um leikarar, sum hava luttikið í lægri vaksnamannadeild, og sum kunnu verða eykaleikarar í hægri vaksnamannadeild sama leikdag.

 


Bæði § 8, stk. 1 og 2 áseta, at leikari bert hevur loyvi at leika ein dyst hvønn leikdag, umframt at ásetingarnar nágreina viðurskiftini í sambandi við luttøku millum hægri og lægri deildir.

 


§ 8, stk. 3 ásetur, at leikarar yngri enn 21 ár kunnu leika tveir dystir sama leikdag, men hevur ikki ásetingar um flytan millum deildir. Ikki annað enn, at leikari, sum byrjar inni í Meistaradeildini, ikki er loyvt at leika við U21 sama leikdag.

 


Aga- og etiskanevndin metir, at § 8, stk. 1 og 2 hanga soleiðis saman, at hægra deildin altíð skal metast at hava leikt fyrst, um dystirnir verða leiktir sama leikdag sambært § 8, stk. 4 í kappingarreglugerðini.

 


Aga- og etiskanevndin metir tískil, at sjálvt um 1. deild í veruleikanum spældi fyrst, so skal besta liðið roknast at hava hava spælt fyrst. Ahmed Latif byrjaði inni fyri besta liðið, og hann kundi tí ikki lógliga leika fyri 1. deild sama leikdag.

 


Eftir eini samlaðari meting er Aga- og etiskanevndin komin til ta niðurstøðu, at KÍ hevur framt brot á § 8, stk. 1 í kappingarreglugerðini við at lata Ahmed Latif spæla 1. deildardystin móti Víkingi 5. apríl 2025.

 


Fordømi eru um, at felag, sum brúkar ólógligar leikarar, verður dømt at tapa dyst.

 


Vísandi til ásetingina í § 8, stk. 1, 2. punktum um, at hægsta deildin má roknast at hava leikt fyrst, og við heimild í Aga- og etiskureglugerðini § 6, fyri løgfrøðiligar persónar, litra g)verður 1. deildarliðið hjá KÍ monnum dømt at tapa dystin móti Víkingi, ið varð leiktur 5. apríl 2025, við málmuninum 0-3.