Tað er europeiskur meistarafótbóltur í Klaksvík í kvøld, har líkindini at spæla fótbólt eru av teimum fagrastu.
Undan fyrsta bríksli, sum var klokkan 18, var Bodø/Glimt frammanfyri 3-0. Nú teir fara at hvíla seg, er støðan 2-0 til KÍ, sum av álvara hevur norsku gestirnar á húkinum. Bodø/Glimt er norskur meistari, og Bodø/Glimt hevur síðsta árið verið roknað at vera tað besta í Norðurlondum. Men tað er altso ein veruleiki, at KÍ er frammanfyri 2-0.
Mads Bo Mikkelsen legði við handara stólpa KÍ á odda í 12. minutti við fínum fluktara og eftir sending úr høgru frá Claes Philip Kronberg, og í 20. minutti var tað KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen, sum økti um leiðsluna til 2-0. Nú var tað Jóannes Bjartalíð, sum átti innleggið. Hann legði innfyri við horna úr høgru, bólturin fór aftur til Jóannes, sum royndi seg við nýggjum innleggi, og so fluktaði Jákup var 2-0.
KÍ hevur umframt tey bæði málini havt fleiri stórar møguleikar. Síðsta korterið undan steðginum hevur tað mesta gingið fyri seg á KÍ hálvuni. Heimaliðið er sera væl skipað, og bara í tí eina førinum hevur Bodø/Glimt havt rættiliga roynd ímóti KÍ málinum. Gestirnir hava annars verið óvanliga lítið uppsettir og stórlætnir.
KÍ – Bodø/Glimt (2-0)
1-0: Mads Bo Mikkelsen 12.
2-0: Jákup B. Andreasen 20.
2-1: Victor Boniface br 56.
3-1: Jákup B. Andreasen 85.
Dómarabólkur úr Rumenia: Horatiu Fesnic, Valentin Avram, Alexandru Cere og Andrei Chivulete (4. dómari)
KÍ: Mathias Rosenørn – René Shaki Joensen, Jesper Brinck, Heini Vatnsdal, Deni Pavlovic, Patrick Da Silva – Claes Philip Kronberg, Jákup B. Andreasen, Mads Bo Mikkelsen – Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð
Á beinkinum: Meinhardt P. Joensen, Géza Dávid Turi, Dmytro Lytvyn, Árni Frederiksberg, Jóannes K. Danielsen, Dávid B. Andreasen, Børge Petersen, Odmar Færø, Anders Sølvsten Holvad
Venjari: Mikkjal K. Thomassen (leikbannaður í kvøld)
Hjálparvenjarar: Sjúrður Jacobsen, Agnar Prestá
Bodø/Glimt: Haikin - Sampsted, Amundsen, Høibråten, Wembangomo - Vetlesen, Hagen, Saltnes - Koomson, Boniface, Mvuka