KÍ hevur eina stóra favorittstøðu móti AB

Her eru oddsini upp á dystin AB-KÍ

Í kvøld klokkan 18.30 verður fimti og seinasti dysturin í 19. umfarinum í Meistaradeildini hjá monnum leiktur.

 

Inni í Vika á Argjum spæla AB og KÍ.

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

 

Tá liðini hittust á Argjum 20. apríl endaði tað við javnleiki 1-1, har KÍ javnaði í yvirtíðini. 25. mai vann KÍ tepran 2-1 sigur á AB.

 

AB er nummar fimm í deildini við 23 stigum. KÍ er næstfremst við 34 stigum. 

 

Hóast hesar báðar jøvnu undanfarnu dystirnar millum liðini, so hevur KÍ eina stóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á heimasigur til AB liggja millum 7,10 og 8,60.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 4,40 og 5,10.

 

Oddsini upp á útisigur til KÍ liggja millum 1,25 og 1,34. 

 

HER eru oddsini:

 

##med2##