Hin 14. august boðaðu tey í Sunda kommunu frá, at bakteriur vóru staðfestar í drekkivatninum í Haldórsvík, Nesvík, Norðskála, Oyrarbakka og Oyri.
Tí vóðru fólk biðin um at kóka vatnið í hesum bygdum, til nærri varð lýst um støðuna.
Í dag eru tey í Sunda kommunu komin við einari nýggjari dagføring, og nú sær betur út.
- Nýggjastu kanningarnar vísa, at drekkivatni er reint við Norðskála, Nesvík, Oyrarbakka og á Oyri, og tí er ikki neyðugt at kóka vatnið í hesum bygdum.
Lagt verður aftrat, at enn er vatnið ikki í lagi í Haldórsvík, og tí vera fólk famvegis biðin verða enn biðin um at kóka vatnið í bygdini.










