KÍ hevur keypt miðvallara

Betri deildin menn: Kí hevur gjørt sáttmála við 31 ára gamla Albert Ejupi

KÍ boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við 31 ára gamla Albert Ejupi. Svenski miðvallarin hevur royndir úr svenskum, donskum ísraelskum og eysturrískum fótbólti. Fyribilsvenjarin hjá KÍ, Espen Haug, er fegin.

 

- Vit fegnast um at hava funnið ein royndan mann at styrkja miðvøllin. Albert Ejupi hevur verið við til at vinna Superettan í Svøríki við Varberg Bois. Hann hevur spælt meir enn hundrað dystir í toppfótbólti og hevur altjóða royndir í eysturríkskum, ísraelskum og donskum fótbólti. Albert er ein kropsliga sterkur miðvallari, sum kemur at geva liðnum eyka megi bæði á vølli og í luftspælinum. Í sær hevur Albert tað, sum KÍ stendur fyri, hann er ein heilhjartaður og framrættaður spælari, sigur Espen Haug.

 

KÍ skrivar, at seinasta felagið Albert Ejupi spældi við var AC Horsen og at partarnir skiltust í sátt og semju fyrr í vár, tá leiðslan valdi at hálsa um og  heinta fleiri ungar afrikanarar í hópin.

 

Eftir ætlan kemur Albert í Djúpmýrar fyrst í aðru viku, so hann er tøkur eftir  flytingargluggin letur upp. Fyribils er sáttmálin millum Albert Ejupi og KÍ galdandi fyri inniverandi kappingarár, skrivar KÍ.

 

Um vikuskiftið spælir KÍ móti Víkingi í landskappingini. Dysturin verður sunnudagin klokkan 15.15.