KÍ er í álopskendari útgávu

Árni Frederiksberg er millum teir fremstu, og Deni Pavlovic er í miðverjuni

Veðrið er av tí fagrasta, og tað eru ivaleyst omanfyri túsund áskoðarar á Tórsvølli, har KÍ nú klokkan 19 fer at spæla fyri at vinna seg eitt stig víðari í Europa Conference League. Útangsstøðan er, at mótstøðuliðið úr Kosovo Ballkani er frammanfyri 3-2, tá ið tað verður farið undir dystin í kvøld.

 

Um KÍ skal vinna seg víðari í kappingini, so er neyðugt at vinna við tveimum málum í kvøld, um tað so verður í vanligari leiktíð, eftir longda leiktíð ella í brotssparkskapping.

 

Mikkjal Thomassen hevur, sum tað var væntað, sett Deni Pavlovic undir liðina á Heina Vatnsdal í miðverjuni, nú Odmar Færø er leikbannaður.

 

Fyri einari viku síðani var Deni Pavlovic sentralur miðvallari. Í kvøld er Árni Frederiksberg, sum fyri einari viku síðani varð skiftur inn, millum teir fyrstu ellivu, og tað ber onkrar broytingar við sær á miðvøllinum og í álopinum. Eingin ivi er tó um, at uppstillingin er eitt sindur meiri álopskend, enn hon var í Kosovo fyri einari viku síðani.

 

 

 

KÍ – Ballkani Kosovo

 

Europa Conference League

 

Hósdagin 11. august 2022 kl. 19.00 á Tórsvølli

 

Dómarabólkur úr Georgia: Goga Kikacheishvili, Davit Gabisonia, David Chigogidze og

 

Irakli Kvirikashvili (4. dómari)

 

KÍ: Mathias Rosenørn – René Shaki Joensen, Deni Pavloivc, Heini Vatnsdal, Patrick Da Silva – Claes Philip Broberg, Mads Bo Mikkelsen, Jákup B. Andreasen – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Jóannes Bjartalíð

 

Á beinkinum: Meinhardt P. Joensen, Géza Túri, Dmytro Lytvyn, Jesper Brinck, Jonn Johannesen, Jóannes K. Danielsen, Dávid B. Andreasen, Børge Petersen, Valerijs Sabala, Óli Eyðsteinsson Poulsen, Anders Sølvsten Holvad

 

Venjari: Mikkjal K. Thomassen