KÍ misti á stokkinum

Í síðstu sekundunum eydnaðist tað illa sperda NSÍ at javna til 1-1

Páll Augustinussen hevur bríkslað fyri síðstu ferð í Runavík í kvøld. Úrslitið var 1-1. NSÍ legan fegnast um at hava vunnið eitt stig, og í KÍ leguni er hýrurin ikki góður. Henry Heinesen legði KÍ framum í 26. minutti, og leiðslan helt sær, inntil tíðin var um at vera farin og reiðiliga tað.

 

Í síðstu sekundunum eydnaðist tað NSÍ at javna. Málið skoraði innskifti Debes Danielsen, sum við høvdinum stýrdi bóltin í málið, eftir at innskifti Meinhard E. Olsen hevði lagt innfyri úr høgru.

 

Einki var at siga til, at tey í heimaleguni vóru ovurfegin. Allan 2. hálvleik var tað KÍ, sum var omaná. NSÍ legði nógvar sendingar fram í KÍ brotsteigin, har Jonas Flindt Rasmussen og Sørmundur Kalsø vunnu luftspælið.

 

KÍ er á øðrum plássi við 13 stigum fyri 7 dystir, og NSÍ er á fjórða plássi við 11 stigum fyri 7 dystir.

 

NSÍ-KÍ 1-1 (0-1)

0-1: Henry Heinesen 26.

1-1: Debes Danielsen 90.+4.

Dómari: Páll Augustinussen

NSÍ: Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Per Langgaard, Jákup Andrias Gaardbo (Debes Danielsen, 82.), Einar Tróndargjógv  – Magnus H. Olsen, Sjúrður Jacobsen (Haraldur R. Højgaard, 72.) – Andy Olsen, Jann Martin Mortensen (Meinhard E. Olsen, 64.), Árni Frederiksberg – Klæmint A. Olsen

Gult kort: Árni Frederiksberg, Jann Martin Mortensen

KÍ: Meinhardt Joensen – Johan Jacobsen, Sørmundur Kalsø, Jonas Flindt Rasmussen, Tórur Justesen – Atli Danielsen, Ndende Adama Guéye – Henry Heinesen (Heðin Klakstein, 82.), Hjalgrím Elttør, Heðin á Lakjuni (Álvur F. Christianen, 74.) – Páll A. Klettskarð (Rodrigo Silva, 90.)

Gult kort: Jonas Flindt Rasmussen, Atli Danielsen, Hjalgrím Elttør

 

 

--

LIÐUGT

1-1: Debes Danielsen 90.+4.

NSÍ hevur javnað. Andy Olsen spældi innskifta Meinhard E. Olsen leysan í høgru, og innskifti Debes Danielsen legði við høvdinum bóltin í málið.

 

0-1

 

Rodrigo Silva er innkomin fyri Páll Klettskarð hjá KÍ.

 

90) 0-1

KÍ hevur fleiri álop. NSÍ spælið er ov strongt, og Jonas Flindt Rasmussen og Sørmundur Kalsø vinna luftdystirnar.

 

 

Hjalgrím Elttør sær gult fyri at drála.

89) 0-1

KÍ viðhaldsfjøldin gevur ljóð frá sær, og hýrurin í bláu leguni er góður. KÍ hevur síðstu løtuna verið í álopsstøðu, men einki spurdist burturúr, tá ið tað endaði við hornasparki.

 

86) 0-1

Tað er framúr undirhaldandi við Løkin. Møguleikar eru í báðum endum. NSÍ roynir at trýsta, og tað ber við sær, at KÍ eisini fær møguleikar í skjótum mótálopum.

 

83) 0-1

Í løtuni tykist tað ikki sum um, at heimaliðið hevur yvirskotið at mynda møguleikan, sum skal til, um NSÍ skal javna og kanska skora sigursmálið.

 

NSÍ hevur síðstu løtuna spælt seg til tvey innlegg, men tey hava verið óneyv.

 

Debes Danielsen er skiftur inn á NSÍ liðið í staðin fyri miðverjan Jákup Andrias Gaardbo. Harvið spennir NSÍ álopsbogan! Teir hava tríggjar í verjuni.

 

Heðin Klakstein er komin inn á KÍ liðið í staðin fyri málskjúttan Henry Heinesen.

 

79) 0-1

Eftir snilda sending inn um NSÍ verjuna var um reppið, at Páll A. Klettskarð rann seg leysan, men Andra Gango var vakin og var fyrri á bóltinum enn KÍ liðformaðurin.

 

77) 0-1

Higartil hevur tað ikki eydnast NSÍ at leggja trýstið á, sum tað kann roknast við, tá ið heimaliðið er aftanfyri, og tað restar eitt lítið korter.

 

75) 0-1

Álvur F. Christiansen hevur avloyst Heðin á Lakjuni hjá KÍ.

 

73) 0-1

Haraldur R. Højgaard hjá NSÍ er komin á vøllin í staðin fyri Sjúrð Jacobsen.

Innskifti Meinhard E. Olsen hjá NSÍ hevur havt góða roynd, men Meinhardt Joensen bjargaði.

 

69) 0-1

Tað er undirhaldandi. Eftir NSÍ horna var um reppið, at Hjalgrím Elttør økti um KÍ leiðsluna. Skotið var úr 18 metrum, men bólturin brast í stólpan aftanfyri Andras Gango!

 

67) 0-1

Eftir skjótt kontra, har Andy Olsen og Meinhard Olsen vóru sentralir, hevði Magnus H. Olsen góða roynd, men Meinhardt Joensen í KÍ málinum bjargaði.

 

65) 0-1

Tað er KÍ, sum framvegis hevur fólkið frammarlaga á vøllinum, og tað er NSÍ, sum verjir og harvið hevur ilt við at spæla seg til málmøguleikar.

Tórur Justesen hjá KÍ hevur havt góða roynd, men Andras Gango bjargaði.

 

 

63) 0-1

Jann Martin Mortensen sær gult fyri eftirtakling.

Meinhard E. Olsen er innskiftur fyri Jann Martin Mortensen hjá NSÍ.

 

60) 0-1

Tað gongur illa hjá NSÍ at spæla seg úr verjustøðu. Mistøkini minna nógv um tey, sum KÍ ofta gjørdi fyrstu løtuna.

 

Atli Danielsen hevur sæð gult fyri fríspark ímóti Árna Frederiksberg.

 

55) 0-1

KÍ hevur pressið, og NSÍ spælararnir eru rættiliga aftarlaga.

 

50) 0-1

Fyrsta løtan eftir steðgin hevur verið friðarlig. KÍ er meiri í álopi.

 

46) 0-1

Ongar skiftingar eru gjørdar. KÍ hevur nú lotið undan.

 

 

---

Spælararnir eru farnar av vøllinum eftir 1. hálvleik við Løkin, har NSÍ hevur vitjan av KÍ. Klaksvíkingar eru frammanfyri 1-0 við máli, sum Henry Heinesen skoraði miðskeiðis í hálvleikinum.

 

Tað hevur verið ferðmikið, og tað hava verið fleiri málmøguleikar í báðum endum. Verjuspælið hevur ikki verið so sannførandi, og tað hava verið nógvar deyðbóltsstøður.

 

---

HÁLVLEIKUR

0-1

 

45) 0-1

Atli Danielsen er komin aftur á vøllin. Ein minuttir er lagdur aftrat 1. hálvleiki.

 

44) 0-1

KÍ heldur seg fyri tað mesta í verjustøðu, nú teir bláu eru undirmannaðir. Eftir skjótt mótálop hevði Páll A. Klettskarð góða roynd, tá ið Heðin á Lakjuni hevði spælt hann leysan, og lítla løtu seinni tiltuskaði NSÍ sær horna, sum einki spurdist burturúr.

 

42) 0-1

NSÍ hevur tiltuskað sær fleiri hornaspørk. Klaksvíkingar hava ilt við at beina bóltin út aftur á vøllin. KÍ hevur lotið ímóti, og tað er til ampa.

 

Steðgur í spælinum, tí Atli Danielsen er farin at bløða og er farin av vøllinum til viðgerðar.

 

38) 0-1

KÍ roynir at halda vandamiklu NSÍ spælarunum frá at sleppa at leggja innfyri. Fyrsta hálva tíman eydnaðist tað, men nú hava innleggini verið góð. Klæmint A. Olsen hevur havt góða roynd, men Meinhardt Joensen bjargaði til horna, sum einki spurdist burturúr.

 

 

35) 0-1

Jonas Flindt Rasmussen hjá KÍ sær gult fyri fríspark ímóti Árna Frederiksberg, eftir at hesin hevði snýtt mótstøðumannin framúr snildisliga.

 

33) 0-1

Eftir risa mistak av Sjúrði Jacobsen, sum var aftastur, fekk Páll A. Klettskarð bóltin av honum. Páll spældi Hjalgrím Elttør leysan, og úr fínari støðu sendi hann bóltin upp um málið. Størsti møguleikin higartil!

 

30) 0-1

Tað er sera undirhaldandi. Beint eftir málið var Páll A. Klettskarð við at økja um leiðsluna, og so bar NSÍ álop, har Árni Frederiksberg og Andy Olsen vóru sentralir, hornaspark við sær. Tí spurdist einki burturúr.

 

27) 0-1: Henry Heinesen 26.

Eftir gott álop í vinstru, har Tórur Justesen og Heðin á Lakjuni stóðu fyri, og tann seinni nevndi legði innfyri, fekk Henry Heinesen tamarhald á bóltin eitt sindur til høgra. Hann sneiddi seg leysan av tveimum mótstøðumonnum og sendi bóltin framvið Andras Gango og flatt í handara síðunetið.

 

 

25) 0-0

Tað er tætt og lívligt við Løkin, har tað skiftir skjótt úr øðrum endanum og í hin. Støðan er framvegis málleysur javnleikur. Magnus H. Olsen hevur roynt seg úr góðari støðu, men KÍ blokeraði, og skot hjá Andy Olsen varð eisini blokerað til horna, sum einki spurdist burturúr.

 

 

20) 0-0

KÍ hevur fingið brodd í álopspartin, og tríggjar ferðir síðstu løtuna hava klaksvíkingar verið tætt við. At tað ikki hevur eydnast kemst av, at Hjalgrím Elttør ikki hevur verið nóg avgjørdur.

 

Árni Frederiksberg hjá NSÍ hevur sæð gult fyri fríspark ímóti Henry Heinesen.

16) 0-0

KÍ hevur havt besta møguleikan. Í fyrra førinum var Hjalgrím Elttør um reppið at verða leysur í vinstru, og so var Henry Heinesen leysur í høgru, men Andras Gango bjargaði.

 

13) 0-0

Enn eina ferð hevur KÍ verið kroyst eftir mistak. Andy Olsen kom ímillum afturleggin, og tað eydnaðist akkurát Meinhardti Joensen av beina bóltin út til horna.

 

 

10) 0-0

KÍ uppspælið er katastrofalt óneyvt. Nú kostaði tað góðan møguleika til NSÍ. Jonas Flindt Rasmussen misti bóltin, og eftir skjótt NSÍ álop varð Árni Frederiksberg púra leysur, men hann sendi bóltin omanfyri málið.

 

Í næsta álopinum var Sjúrður Jacobsen í góðari støðu, men hann misnýtti.

 

Páll A. Klettskarð hevur havt bestu KÍ royndina, eftir at hann tók bóltin frá nýggja manninum Jákup Andrias Gaardbo.

 

 

5) 0-0

Higartil hevur talan ikki verið um upplagdar málmøguleikar. Spælbýtið er rættiliga javnt, og serliga klaksvíkingar hava havt torført við at raka hvønn annan aftarlaga á vøllinum.

 

 

1) 0-0

NSÍ spælir norður eftir í 1. hálvleiki.

 

Líkindini at spæla fótbólt eru av teimum bestu við Løkin í Runavík. Nógvir norðoyingar eru á veg at síggja teirra lið spæla, og heimaáskoðararnir eru eisini møttir upp.

Hjá NSÍ er tað smeitur, at miðverjin Jens Joensen er skaddur. Í NSÍ miðverjuni í kvøld eru Per Langgaard, sum ikki hevur so nógvar royndir, og Jákup Andrias Gaardbo, sum hevur spælt millum lítið og einki á besta liðnum.

Hjá KÍ situr Rodrigo á beinkinum í kvøld. Heðin á Lakjuni er framrættaður í vinstru og Henry Heinesen í høgru. Hjalgrím Elttør er fremsti sentrali miðvallarin.

NSÍ er á fjórða plássi við 10 stigum, og KÍ er á triðja plássi við 12 stigum.

 

NSÍ-KÍ kl. 18.00

Dómari: Páll Augustinussen

NSÍ: Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Per Langgaard, Jákup Andrias Gaardbo, Einar Tróndargjógv  – Magnus H. Olsen, Sjúrður Jacobsen – Andy Olsen, Jann Martin Mortensen, Árni Frederiksberg – Klæmint A. Olsen

KÍ: Meinhardt Joensen – Johan Jacobsen, Sørmundur Kalsø, Jonas Flindt Rasmussen, Tórur Justesen – Atli Danielsen, Ndende Adama Guéye – Henry Heinesen, Hjalgrím Elttør, Heðin á Lakjuni – Páll A. Klettskarð