KÍ nýtti flestar egnar uppaldar leikarar

Tvey av høvuðsstaðarfeløgunum høvdu hinvegin nógv fólk aðrastaðni frá í fjør.

KÍ var tað felagið í Effodeildini í fjør, sum átti flestar egnar uppaldar leikarar ímillum teir 11 á egnum liði, sum spældu flestar minuttir hetta kappingarárið. Tað vísir ein samanteljing, sum er at síggja í Sosialinum í dag.


Talt varð soleiðis saman, at leikarar, ið eru uppvaksnir (hava verið partur av ungdómsdeildini) í felagnum fingu 3 stig; leikarar, ið eru komnir til felagið áðrenn 21 ára aldur fingu 1 stig, meðan teir, sum eru komnir til eftir 21 ára aldur, fingu 0 stig.


Síðani varð ein stigatalva gjørd, og hon sær soleiðis út:


KÍ 27

Skála 25

NSÍ 24

B68 24

Víkingur 24

B36 20

ÍF 20

EB/Streymur 20

HB 17

AB 16


Útgreiningar og samrøður eru at lesa í Sosialinum í dag.