Áki skoraði fimm mál í týdningarmiklum útisigri

Áki Egilsnes og hinir í KA máttu ferðast langt í ringum veðri at spæla ímóti unga Vals-liðnum, men teir knógvaðu sigurin heim

KA hevur framvegis fult stigatal í Grill-66 deildini, sum næstbesta mansdeildin í hondbólti eitur í Íslandi.

 

Í kvøld vann KA ein harðvunnan, men týdningarmiklan 25-23 sigur ímóti unga liðnum hjá Vali á útivølli. 


Tað stóð einki til í steðginum, tí tá var Valur á odda 12-9, men KA fekk betur skil á spælið hjá sær í seinna hálvleiki.

 

Áki Egilsnes gjørdi góðan mun við at skora fimm mál fyri KA í dag.

 

Fyrireikingin til dystin var ikki tann besta hjá KA. Í ringum kavalíkindum hava teir ferðast átta tímar til Reykjavíkar, og mugu nú ferðast átta tímar heimaftur til Akureyrar, men Áki Egilsnes og liðfelagarnir kunnu fegnast um at verða fremst í deildini við 18 stigum fyri níggju dystir.

 

Seinasti dysturin undan jólasteðginum hjá KA verður úti í Vestmannaoyggjunum ímóti unga ÍBV-liðnum. Hann verður spældur fríggjakvøldið 8. desember.

 

Støðan í Grill-66 deildini:

 

1KA9 dystir9 vunnir0 javnir0 taptir   +47    18 stig
2Akureyri8701+4614
3HK9       603+3112
4Þróttur9504+3010
5Haukar U8413+159
6Valur U8305+76
7Stjarnan U8305-406
8ÍBV U6204-284
9Mílan8116-223
10Hvíti Riddarinn9009-860