KÍ tapti tepurt fyri triðbesta liðnum í Svøríki

KÍ spældi venjingardyst móti GAIS

Mynd: GAIS

Ígjár spældu greipuvinnararnir, KÍ fyrsta dystin á venjingarleguni í Albir í Spania.

 

Dysturin var ímóti GAIS, ið endaði triðfremst í bestu svensku fótbóltsdeildini í fjør. 

 

KÍ tapti tepurt 0-1. Joackim Fagerjord skoraði sigursmálið, tá fimm minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki.

 

Sambært Norðlýsinum kom KÍ til góðar málmøguleikar í seinna hálvleiki.

 

KÍ byrjaði við hesum leikarunum: Mark F. Jensen – Gilli R. Sørensen, Odmar Færø, Gaston Tellechea, Daniel Johansen – Hallur Hansson, Jákup Biskopstø – Árni Frederiksberg, Oussama Ali, Filip Brattbakk – Erlend Hustad. Seinni komu hesir inn: Sebastian John, Deni Pavlovic, Dávid Reynheim, John Ziska Joensen, Páll Muller, Robert Williams og Jákup N. Vilhelmsen.

 

Kelda: Norðlýsið

 

 

 

 

 

Mynd: GAIS