Seinasta vikuskifti vóru fimm íðkarar frá ÍSB til boccia-kapping í Oslo. Besta úrslitið fekk Áki Joensen, sum vann silvur í sínum bólki. Í innleiðandi umfarinum vann hann tveir av trimum dystum, og úrslitini annars lagaðu seg soleiðis, at Áki vann bólkin og kom í finaluumfarið saman við tveimum dønum og einum svia. Svianum møtti hann í semifinaluni. Hetta gjørdist ein ógvuliga spennandi dystur, sum Áki í evstu løtu vann 5-4. Í finaluni møtti hann síðan øðrum dananum, sum tó var stinnari og vann gullið. Í liðkappingini taptu Føroyar allar sínar dystir.