Kina ger vart við seg

Afrika er í ferð við at gerast ein sera týðandi samstarvsfelagi hjá Kina á búskapar- og vinnuøkinum. Tíðarritið Beijing Review skrivar, at meiri enn 800 kinesiskar fyritøkur eru virknar í Afrika, og at samhandilin millum Kina og lond í Afrika liggur um 100 mia. dollarar um árið. Eitt nú eru kinesiskar fyritøkur við til at gera íløgur í málmvinnuna í londum sum Suðurafrika, Zambia og Demokratiska Lýðveldinum Kongo, meðan aðrar fyritøkur gera ílgøur innan landbúnað, orku og samskifti. Í Sudan hevur Kina gjørt stórar íløgur í oljuvinnu, og 80 prosent av oljuni, sum Sudan sendir av landinum, fer nú til Kina, skrivar Beijing Review.