Taiwanska verjumálaráðið veit í dag at siga, at 71 kinesisk flogfør krossaðu miðlinjuna í Taiwansundinum í dag, páskaaftan. Forsetin í Taiwan, Tsai Ing-wen, fordømir kinesisku hernaðarvenjingarnar.
Umframt flogførini, krossaðu eisini átta kinesisk skip miðlinjuna í sundinum í morgun, leggur taiwanska verjumálaráðið aftrat.
Kina boðaði frá hernaðarvenjingini leygarnáttina, og sagt verður, at venjingarnar vara til mánadagin. Í Kina verður eisini sagt, at venjingarnar eru ein álvarslig ávaring til Taiwan, sum samstarvar við onnur lond um verju.
- Vit fara at hava venjingar í Taiwansundinum, bæði norðanfyri, sunnanfyri og eystanfyri Taiwan, sigur kinesiski herurin í dag.
Á statsriknu kinesisku sjónvarpsrásini CCTV síggjast kinesisk jagaraflogfør undir hernaðarvenjingini í Taiwansundinum, og sjónvarpsstøðin dylir ikki fyri, at venjingarnar snúgva seg um at "kringseta" Taiwan.
Kinesisku venjingarnar koma í kjalarvørrinum av, at forsetin í Taiwan, Tsai Ing-wen, hitti amerikanska kongresleiðaran, Kevin McCarthy, í USA mikudagin. Kina hevur fordømt vitjanina hjá forsetanum í USA, men Tsai Ing-wen sigur seg vilja halda fram við samstarvinum við USA og onnur lond.
##med2##
- Vit fara at halda fram við samstarvinum við USA og onnur lond til tess at verja okkara frælsi, okkara demokrati og okkara virðir, sigur taiwanski forsetin.
Forsetin fordømir kinesisku venjingarnar, men verjumálaráðið í Taiwan sigur, at svarið hjá Taiwan til hernaðarvenjingarnar verður róligt, rationelt og seriøst, tí landið ynskir ikki, at stríðið millum Taiwan og Kina herðist og verður orsøk til enn størri órógv.
Taiwan hevur í praksis fult sjálvstýri, men Kina vil, at oyggin verður undirløgd kinesiskum myndugleikum, og Kina hevur hótt við innrás, um Taiwan lýsir landið sum sjálvstøðugt ríki.
Hetta skriva fleiri tíðindastovur í dag, eitt nú NTB og Tv2.no.