Kinesisk bilmerki fáa nú umboð í Føroyum

Føroya Bilasøla umboðar nú kinesisku bilmerknin Omoda og Jaecoo í Føroyum

Hesum boðaðar felagið frá í tíðindaskrivi í dag. Felagið skrivar soleiðis:

 

Hetta eru stórtíðindi fyri føroyska bilmarknaðin: Føroya Bilasøla hevur júst gjørt avtalu við Chery Group. Tað merkir, at Føroya Bilasøla nú verður umboð fyri altjóða bilmerkini OMODA og JAECOO í Føroyum.

 

Avtalan er eitt týðandi framstig og ber við sær, at tvey av teimum mest umrøddu bilmerkjunum á heimsmarknaðinum nú verða at finna á føroyskum vegum.

 

Fyri Føroya Bilasølu er eingin ivi um týdningin:

 

“Hetta er risastórt fyri okkum – og man vera størsta avtalan, vit nakrantíð hava fingið í lag. At kunna bjóða OMODA og JAECOO í Føroyum merkir ikki bara, at vit víðka um úrvalið – vit víðka eisini um møguleikarnar hjá føroyska bilkeyparanum,” sigur Adam Andreasen, stjóri á Føroya Bilasølu.

 

OMODA og JAECOO hava upp á stutta tíð vakt stóran ans úti í heimi við nútímans sniði, framkomnari tøkni og kappingarførum prísum. Umframt tað bjóða bæði merkini 7-ára garanti.

 

##med2##

 

OMODA er kent fyri sítt futuristiska snið og serliga atlit at tøkni, meðan JAECOO er tiltikin fyri SUV-modellini, sum sameina luksus og off-road eginleikar.

 

Við hesum fáa føroyskir bilkeyparar atgongd til heilt nýggjar bilar á einum marknaði, sum higartil hevur verið merktur av meira siðbundnum bilmerkjum.

 

Væntast kann, at henda avtala fer at fáa týdning fyri kappingina á føroyska bilmarknaðinum. Føroya Bilasøla fer í næstum at kunngera og vísa nýggjastu modellini fram fyri almenninginum.

 

“Vit síggja ein vaksandi eftirspurning eftir meira nýmótans bilum. Við OMODA og JAECOO kunnu vit nú bjóða nakað heilt nýtt – bæði innan tøkni og snið,” leggur Adam Andreasen aftrat.

 

##med3##

 

Um Føroya Bilasølu

 

Føroya Bilasøla er ein av nýggjastu bilasølunum í Føroyum. Fyritøkan bjóðar bæði nýggjar og brúktar bilar, leigubilar og hevur egið verkstað. Sum umboð fyri OMODA og JAECOO fevnir úrvalið um bilar, ið sameina nútímans snið, tøkni og álítandi góðsku. Dentur verður lagdur á nærlagni og at skilja tørvin hjá kundanum, so at kundin fær júst ta røttu loysnina. Fyritøkan bjóðar eisini sínar tænastur fram aftan á bilkeypið, um tørvur er á hjálp, vegleiðing ella viðlíkahaldi. Føroya Bilasøla heldur til á Hjalla 40, 188 Hoyvík.