Dómsnenvdin sigur soleiðis í grundgevingini:
Kinna Poulsen skrivar næstan dagliga um føroyska list.
Hon skrivar við fakligari dýpd og persónligum broddi.
Keðiligt er tað ongantíð.
Áhugin logar í tekstinum og festir í lesaran.
List í okkara tíð
Í nýggju bók síni "Í eygnahædd. Um samtíðarlist í Føroyum í 21. øld" skrivar hon lætt og livandi um rák, verk og listaligar verkætlanir í okkara tíð.
Kend listafólk verða sett í nýggjar samanhangir, og tey minni kendu, sum kanska ongin rættiliga hevði varnast, fáa ljós sett á seg.
Listasøguligar træðrir rekir Kinna upp, tá tørvur er á tí, men samtíðarlistin er evnið.
"Í eygnahædd" er snøgt bókaverk við góðum myndum og hóskandi uppseting og litum.
Beinrakni stílurin er tann sami frá byrjan til enda. Avgjørt og inniliga gevur Kinna okkum eitt víðskygt og virðismikið innlit í list í Føroyum í okkara samtíð.