26 ára gomul er toppskorari í Danmark

Kira Marie Peter-Hansen gjørdist toppskorari á ES valinum í Danmark í gjár. So nógvar atkvøður fingu tey

Kira Marie Peter-Hansen og forkvinnan í SF, Pia Olsen Dyhr, í veitsluni eftir sigurin á ES valinum í Danmark í gjár, har SF á fyrsta sinni gjørdist størsti flokkur í Danmark Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix

Valið til ES tingið í Danmark í gjár hevði stórar broytingar við sær. Eitt nú gjørdist SF fyri fyrstu ferð størsti flokkur, og Javnaðarflokkurin fekk tað vánaligasta valið nakrantíð. Vinstra misti tveir av fýra tingsessum, og fleiri nýggir flokkar fingu fyri fyrstu ferð sæti í ES tinginum.

Niðanfyri er ein listi við teimum 10, sum sambært Danmarks Radio, hava fingið flestar atkvøður og tí kunnu pakka sær kuffertið og flúgva til Brússel.

26 ára gamla Kira Marie Peter-Hansen gjørdist toppskorari í Danmark í gjár:

1. Kira Marie Peter-Hansen, SF, 178.438 atkvøður.

2. Morten Løkkegaard, Venstre, 174.048 atkvøður.

3. Christel Schaldemose, Javnaðarflokkurin, 142.198 atkvøður.

4. Stine Bosse, Moderaterne, 86.888 atkvøður.

5. Kristoffer Storm, Danmarksdemokraterne, 73.493 atkvøður.

6. Henrik Dahl, Liberal Alliancem 65.502 atkvøður.

7. Sigrid Friis, Radikale Venstre, 63.093 atkvøður.

8. Villy Søvndal, SF, 60.510 atkvøður.

9. Anders Vistisen, Dansk Folkeparti, 55.082 atkvøður.

10. Asger Christensen, Venstre, 47.088 atkvøður.

 

##med2##

 

Kira Marie Peter-Hansen og forkvinnan í SF, Pia Olsen Dyhr, í veitsluni eftir sigurin á ES valinum í Danmark í gjár, har SF á fyrsta sinni gjørdist størsti flokkur í Danmark Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix