Kirkjan: Avmarkið konfirmatiónina til tey allar nærmastu

– Leiðslan í fólkakirkjuni heitir inniliga á foreldur og avvarðandi við bøn um, at tilmælini frá Pál Weihe, yvirlækna, og Michael Boolsen, Føroya Landfúta, í Kvf. í kvøld verða tikin í størsta álvara.

Soleiðis skriva Anne Mette Greve Klemensen, virkandi dómpróstur og Jógvan Fríðriksson, biskupur, í áheitan í kvøld:

– Tað er týdningarmikið, at tey ungu verða konfirmerað sum ætlað. Tað andaliga ella kirkjuliga er ein týðandi partur av samleika teirra ungu. Tess vegna eru tað tey kirkjuligu atlitini, ið leiðslan fyrst og fremst hugsar um.

– Men, konfirmatiónin byrjar í kirkjuni og heldur síðan fram í tí heimliga. Tess vegna mæla undirritaðu staðiliga til, at tann sosiala samveran eftir sjálva konfirmatiónina verður avmarkað til eitt so lágt tal sum møguligt, skriva tey bæði í áheitanini.

Tey vísa til, at frástøða, reinføri og nýtsla av spritti eru alneyðug.

– Í hesi Covid-19 tíð eiga vit sum kirkja enn einaferð at kenna samfelagsliga ábyrgd saman við so mongum øðrum samkomum og felagsskapum.

– Vit atliti at konfirmatiónini mæla vit til, at tann sosiala samveran og veitslan verða avmarkað til tey allar nærmastu, siga Anne Mette Greve Klemensen, virkandi dómpróstur og Jógvan Fríðriksson, biskupur.