Stefan Klein Poulsen hevur ein grein 52a fyrispurning afturat um elbilar. Sum vit umrøddu í morgun her á in.fo, hevur hann spurt um burturbeining av elbilum. Hesin fyrispurningurin snýr seg um at javnseta elbilar við aðrar bilar, tá umráður vegskatt.
Steffan Klein Poulsen hevur tí sett Aksel V. Johannesen, fíggjarmálaráðharra, soljóðandi fyrispurning um at javnstilla akfør í vegskattinum:
1. Fer landsstýrismaðurin at leggja uppskot fram fyri Løgtingið, sum javnstillar el- og vetnisbilar við aðrar bilar í vegskattinum?
2. Um ja, nær verður eitt tílíkt uppskot lagt fram?
3. Um nei, hvør er so orsøkin til hetta?
Í viðmerking til fyrispurningin vísir hann eisini á at tað koma alsamt fleiri elbilar á vegirnar í Føroyum.
– Sambært tølum hjá Akstovuni frá 1. juni 2026 vóru 3.119 elbilar skrásettir av tilsamans 28.411 persónbilum, svarandi til umleið 11% av persónbilunum í Føroyum.
– Elbilar rinda bert 1.500 kr. í vegskatti, sum er á leið ein triðingur av tí, sum aðrir persónbilar rinda í miðal. Samstundis kann staðfestast, at elbilar eru munandi tyngri enn aðrir persónbilar.
– Hetta viðførir eitt enn størri slit á okkara vegakervi – sum longu nú krevur munandi viðlíkahald – so hvørt talið av elbilum veksur, sigur Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður.










