Víkingarnir kendu ikki sína vitjunartíð

Hóast klaksvíkingar vóru undirmannaðir í meiri enn trý korter, so eydnaðist tað at vinna javnleik í mest undirhaldandi dystinum higartil í ár

Veðrið var gott, áskoðararnir vóru nógvir, intrnsiteturin var høgur, og tað var ferðmikið, og tað vórðu skorað fýra mál, og úrslitið var 2-2 í Sarpugerði í Gøtu, har Víkingur hevði vitjan av KÍ.

 

Longu lítla løtu undan steðginum sá KÍ miðverjin Gaston Nicolas Tellechea gula kortið fyri aðru ferð, og so vóru heimamenninir allan seinna hálvleik 11 ímóti 10. Kortini eydnaðist tað ikki víkingunum at vinna. Eftir steðgin vóru víkingarnir fitta løtu meiri á bóltinum.

 

Klaksvíkingarnir kendust vera frustreraðir og illneitaðust inn á dómaran, og møguleikin fyri einum reyðum kortin aftrat lúrdi so mikið nógv, at KÍ venjarin smáar tíggju minuttir eftir steðgin valdi at taka Jean Carlos De Brito av vøllinum. Í hansara stað varð settur Daniel Johansen, sum vísti seg at hava betri tak á snillinginum Aron Benjaminsen, ið undan steðginum var orsøk til, at tríggir konabláir sóu gult, og so hevði tað eisini týdning í KÍ uppspælinum í seinna hálvleiki, at Daniel er so tryggur bóltspælari.

 

Sum seinni hálvleikur leið, fingu klaksvíkingar tak á verjuspælinum, og hóast teir vóru undirmannaðir, so megnaðu teir í løtum gott samanspæl. Teir eiga royndirnar, og tað sást, at teir eru vanir at arbeiða nógv og at halda høvdið kalt, hóast trýstið er stórt. Deni Pavlovic varð fluttur aftur í miðverjuni, tá ið Gaston sá reytt, og saman við Odmar Færø var hann sannur skansi frammanfyri Marko F. Jensen, ið sum heild var tryggur, men onkra ferðina var um at koma sær og liðfeløgunum í óføri.

 

Víkingarnir royndu við gjøgnumbrotum við eitt nú at spæla Jósef Ólavsson og Inga Jónhardsson í borðunum leysar, og Sølvi Vatnhamar og Ingi Jónhardsson vóru í góðum støðum, men tað eydnaðist ikki at skora 3-2 málið, sum ivaleyst kundi fingið bilbukt við favorittarnar úr Klaksvík.

 

Tað kom eldur í beinanvegin í sera undirhaldandi og hendingarríka fyrra hálvleiki. Bara tríggir minuttir vóru farnir, tá ið Víkingur í fyrsta álopinum legði seg á odda. Ingi Jónhardsson legði úr vinstru flatt fram í brotsteigin, har Mikkel Hyllegaard stýrdi bóltin í málið og so var 1-0.

 

Í sambandi við málið varð Mikkel Hyllegaard so mikið skaddur, at hann noyddist av vøllinum, og í hansara stað varð Sølvi Vatnhamar settur.

 

Tá ið stórur hálvur tími var farin, hevði KÍ lagt seg á odda. Fyrst var tað Odmar Færø, sum við handara stólpa skoraði eftir hornaspark úr høgru frá Árna Frederiksberg, og so var tað Jóannes K. Danielsen, sum úr 17 metrum heilfluktaði bóltin í málið eftir innkast frá Árna Frederiksberg, og eftir at bólturin kom útfrá.

 

So sá tað út til, at gongdin fór at verða, sum hon plagar at vera hjá KÍ í Gøtu, men síðstu løtuna undan steðginum koppaði alt á høvdið. Arnbjørn Svensson javnaði eftir horna úr høgru frá Aon Benjaminsen, og tá ið so Gaston Nicolas Tellechea eftir høvuðleysa takling frammi við miðstrikuna sá gult fyri aðru ferð og KÍ varð undirmannað, kendist brekkan brøtt hjá klaksvíkingum, og fyrsta tapið á árinum lúrdi.

 

Víkingarnir høvdu øll kort á hondini, men teir spældu tey ikki nóg neyvt, og so er tað framvegis veruleiki, at KÍ hevur ikki tapt í heimligu kappingunum, síðani Magnus Powell við ársbyrjan í 2025 tók um stýrisvølin.

 

Mikukvøldið fer KÍ út til Runavíkar at spæla seinnu hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið ímóti NSÍ, og hóskvøldið fær Víkingur vitjan av HB, sum vann fyrru hálvfinaluna 2-1.