Kirkjan stongd og pengarnir í bankan

At føroyskar kirkjur seinastu tíðina eru rændar fyri pengar, hevur ført til, at kirkjurnar nú verða stongdar.

At føroyskar kirkjur seinastu tíðina eru rændar fyri pengar, hevur ført til, at kirkjurnar nú verða stongdar. Vanligt er annars, at kirkjur standa opnar um summarið og stongdar um veturin.

 

Nú hevur dómpróstur, Uni Næs, vent sær til kirkjuráðsformenn kring landið og hevur mælt teimum til at steingja kirkjurnar og tøma kirkjubússurnar.

 

Bjarki Henriksen, kirkjuráðsformaður á Sandi, sigur, at tey í dag hava tømt kirkjubússuna og hava sett pengarnar í banka, samstundis sum gjørt er av at steingja kirkjuna.

 

Kirkjubússan í Sands kirkju stendur úti í forkirkjuni, og gjøgnum eitt ár er vanligt, at einar 7.000 krónur eru í bússuni.

 

- Tað eru fólk, sum lata kirkjuni eina peningagávu, eins og pengarnir, sum verða offraðir í samband við barnadóp, eisini fara í kirkjubússuna, sigur kirkjuráðsformaðurin.