Borgarstjórin í Vági slepti eini bumbu á borgarafundi um kommunusamanlegging í Vági í kvøld, tá hon boðaði frá, at hon hevur broytt støðu og nú er fyri at leggja alla oynna í eina kommunu
- Seinasta árið havi eg hugsað nógv um spurnigin, og eg eri komin til ta niðurstøðu, at rættast er at skipa alla oynna í eina kommunu.
Tað segði Kirsten Strøm Bech, sum annars fyri tveimum árum síðani atkvøddi fyri, at Suðuroyggin skuldi skipast í tvær kommunur.
Hon segði, at tað verður tyngri og tyngri at reka eina kommunu sum Vágs kommunu við teimum krøvum, sum nú verða sett og teimum krøvum, sum fara at verða sett til kommunurnar framyvir. Hon segði eisini, at tað skerst ikki brutur, at útjaðarin er tann parturin í Føroyum, sum fyrst merkir afturgongd í búskapinum og sum seinast merkir framgongdina í búskapinum.
Kirsten Strøm Bech segði, at fyri at gera alla Suðuroynna betri føra fyri at takla framtíðar avbjóðingar, mælti hon til, at oyggin verður løgd í eina kommunu. Hon mælti eisini til, at suðuroyingar sjálvir taka stigið, áðrenn landsstýrið ger tað og smoyggir eina loysn yvir suðuroyingar, sum teir onga ávirkan hava á sjálvir.
Kirsten Strøm Bech mælir til, at ein nevnd verður sett við umboðum úr øllum kommununum í oynni at viðgera samanleggingina og at gera uppskot til sáttmála.
Um hon verður vald innaftur í Vágs býráð, fer hon at gera sítt til, at oyggin verður ein kommuna.
Portalurin og Sosialurin eru á fundinum í Vági, sum ikki er liðugur enn. Meira verður at frætta um málið.