Kjakfundur í Miðlahúsinum

Almennur kjakfundur um "Framtíðar fjølmiðlar" verður í Miðlahúsinum mikukvøldið 24. september kl. 19.00.

Almennur kjakfundur um "Framtíðar fjølmiðlar" verður í Miðlahúsinum mikukvøldið 24. september kl. 19.00.

 

Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag skipar fyri fundinum og hesi sita við pallborðið: Bjørn Kalsø, Eirikur Lindenskov, Dia Midjord, Marjun Dalsgaard og Høgni í Jákupsstovu.

 

Øssur Winthereig fer at stýra kjakinum.

 

Kjakið fer at snúgva seg um, hvussu vit skapa eitt breitt alment samfelagskjak í Føroyum. Hvussu fáa vit eitt fjølbroytt, sterkt fjølmiðlalandslag? Eina veruliga 4. statsmakt? Hvussu er støðan hjá almenna Kringvarpinum og hjá privatu miðlunum?

 

Í einum vælvirkandi fólkaræði er neyðugt, at borgarin fær viðgjørd tíðindir, fyri at kunna taka upplýstar avgerðir. Politikararnir, og onnur íð hava vald, hava tørv á sterkum fjølmiðlum, fyri at teirra avgerðir og hugsjónir verða kritiskt viðgjørd og verða miðlað út til fjøldina. Snøgt sagt, alt samfelagið hevur tørv á sterkum fjølmiðlum.

 

Og hvussu er so støðan? Halda vit at føroyski fjølmiðlaheimurin uppfyllir leiklutin sum 4. statsvaldið? Er kjakið nóg breitt og djúpt?

 

Flestu munnu skjótt semjast um, at fjølmiðlarnir - almennir sum privatir - skinkla í kongunum. Støðan er ikki góð.

 

Vit uppliva tað hvønn dag, tá ið vit lata telduna upp. Onkisigandi portalar, ið bara hava til endamáls at vera fyrst við tí nýggja - ongin dýpd, onki kjak, ongin viðgerð. Og facebook verður meir og meir kjakforummið - tí okkara egni pallur manglar. Og harvið smalkar alt, kjakheimurin gerst minni og minni, tí bara okkara vinir á facebook síggja tað vit leggja út og tað vit kjakast um. Vit mugu breiðka kjakið aftur, og tað eru bara vit sum búgva her í landinum, ið kunnu kjakast um føroysk viðurskifti á føroyskum.